Veljarin fær meira burturúr, at eg eri uttanflokka. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, nú hon skal seta orð á sítt fyrsta ár í politikki.
Tað er í dag eitt ár síðani, at samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn undirskrivaði samgonguskjalið. Tað er eisini eitt ár síðani, at Sonja Jógvansdóttir meldaði seg úr Javnaðarflokkinum.
Síðani hevur tingkvinnan verið uttanflokka, tó hon hevur verið trúðføst móti samgonguni í at kalla øllum málum.
Fyri Sonju Jógvansdóttir var einki at gera – hon noyddist at melda seg úr Javnaðarflokkinum, og tað skapti mikið av rumbul kring tá nývaldu tingkvinnuna. Tað er ikki ein ynskistøða ásannar tingkvinnan, sum tó heldur, at tað hevur gingið væl síðani.
- Summi mál havi eg fingið ígjøgnum, og samgongan hevur gjørt fleiri batar í samfelagnum, sigur Sonja Jógvansdóttir og staðfestir, at hon framyvir eisini ætlar sær at vera trúføst móti samgonguni.
Men tá ið tað er sagt, so er eisini umráðandi at tora at droyma stórar dreymar og fara undir veruligar samfelagsbroytingar.
- Vit í løgtinginum eru priviligeraði meira enn tey flestu. Vit sleppa at seta okkara fingramerki á samfelagið. Og tá vit hava mandat til at broyta tað vit vilja, so eiga vit eisini at tora at droyma stórar dreymar og seta teir í verk, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at samgongan má fara undir stórar reformar í samfelagnum. Eitt nú er neyðugt, at gera verulig hál fyri fyritíðarpensjónistar, fyri fólk í fátækradømi, fyri sálarsjúk og so framvegis. Her haltar, tó man hevur gjørt batar seinasta árið.
- Samgongan hevur sløkt nakrar stórar eldar. Nú skulu vit fara undir at broyta tey tingini, sum eru meira umfatandi, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hóast hon nú kann hátíðarhalda tann ivasama merkisdagin fyri, tá hon meldaði seg úr Javnaðarflokkinum, bert dagar eftir hon varð vald fyri flokkin, so ætlar hon kortini ikki at kunngera nakra nýggja politiska leið.
- Sum nú er nýti eg mína orku uppá at arbeiða fyri teimum málum, sum er brenni fyri. Eg fari ikki at melda meg í nakran annan flokk nú. Vit mugu seta eina nýggja solidariska kós á sosiala økinum. Tað er ríkiligt at gera, og tí fyllir tað ikki so nógv at eg eri uttanflokkað, tí eg arbeiði hart fyri at fáa framt batar á sosiala økinum, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum ikki hevur meldað seg inn í nakran nýggjan flokk.