Jan Müller
Jens K Vang
-Hóast ta neyvan verður borað á føroyska landgrunninum fyrr enn um eini tvey ár, so er tað sera umráðandi, at føroyskir myndugleikar longu nú - eisini saman við oljufeløgunum - royna at samskipa og fáa uppá pláss eina tilbúgvingar- og trygdarskipan.
Hetta sigur Jan Evensen, sum stendur á odda fyri oljubólkinum ?The Faroes Partnership? og sum í hesum døgum er í Føroyum í sambandi við, at GEM hevur opið hús í Müllers Pakkhúsi.
Jan Evensen heldur tað vera sera gott, at arbeiðið hjá GEM eisini er komið til at umfata nettup trygdarspurningin. Men hann heldur tað hevur skund at fáa veruliga gongd á hetta málið.
-Tilbúgvingin og trygdin sum heild eru av alstórum týdningi fyri oljuídnaðin. Tað er tí rættiliga umráðandi, at stovnar í Føroyum saman við GEM fáa lagt viðurskiftini til rættis soleiðis, at nettup trygdin ikki verður eftirbátur, tá ein oljuleiting av álvara tekur seg upp.
Jan Evensen ásannar, at longu nú er ymiskt komið uppá pláss, men tað ræður um, at fólkini á teimum ymsu stovnunum tosa saman og samskipa tilbúgvingina, soleiðis at man hevur eina heilt greiða tilbúgving, tá fyrstu boringarnar byrja.
Tað er m.a. heilt umráðandi at fáa svar uppá, hvar tilbúgvingin skal vera, hvør skal hava høvuðsábyrgdina av henni osfr.
Nú GEM hevur opið hús í Havn heldur Jan Evensen tað vera rætt ikki minst at taka júst tilbúgvingina og trygdina fram. Spurningar sum víðvíkja umhvørvi, hydragrafi ol. eru væl umrøddir og viðgjørdir. Nú hevur tað so skund at fáa gongd á tilbúgvingarspurningin. GEM og oljufeløgini eru m.a. til fyri at fáa ein dialog í gongd um henda spurningin, men tá talan er um eina tilbúgvingarskipan (beredsskapsplan) so hvílir ábyrgdin á føroyskum stovnum.
-Skulu vit bora í ár 2001, so er tað avgjørt neyðugt at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss sum skjótast og at tað verður arbeitt meira miðvíst við hesum komandi árið.
Sosialurin skilur, at hetta í stóran mun er ein spurningur, sum føroyskir myndugleikar eiga at taka upp. Í hesum sambandi hevur tað t.d. verið knýtt rættiliga stór óvissa at spurninginum um eina trygdarmiðstøð.
Føroyingar betri fyrireikaðir enn aðrir
Jan Evensen, sum hevur arbeitt hjá Amerada Hess í mong ár, og sum nú er settur til at standa á odda fyri kanningararbeiðinum undan l. útbjóðing heldur annars GEM vera eitt skilagott tiltak. Tað er tað fyrsta av sínum slag so langt áðrenn eina útbjóðing í heila tikið.
Sum norðmaður hevur Jan Evensen eisini fylgt gongdini í heimlandinum frá tí at fyrsta oljan varð funnin. Nú hann lítir at eitt nú arbeiðinum hjá GEM viðgongur hann, at Føroyar sum samfelag eru nógv betri fyrireikað til eina oljuvinnu enn eitt nú Noreg var í síni tíð.
Hóast tað enn skulu gerast kanningar og savnast inn nýggj data, so heldur Jan Evensen, at Føroyar eru væl fyri undan eini 1. útbjóðing, tí feløgini hava gjørt eitt so grundleggjandi forarbeiði. -Nettup orsakað av stóru dýpunum, tørføru streymviðurskiftunum og stóra váganum hava feløgini gjørt rættiliga stórar íløgur í forkanningar til tess at tryggja sær, at tað ber til at fara undir víðari boring.
Feløgini í The Faroes Partnership, Amerada Hess, Norsk Hydro, Dong og Lasmo hava brúkt góðar 100 mill. kr. til forkanningarnar higartil. -Vit hava keypt mestsum alt seismiskt tilfar, sum hevur verið tøkt, og vit eru nú vit at leggja seinastu hond á teknisku evalueringina av økinum.
Enn hevur samtakið ikki tikið endaliga støðu til, um tað fer at bjóða, tí tað veldst eisini nógv um tær treytir, sum verða settar frá føroyskari síðu.
Gerið eisini eina basiskanning av samfelagnum
Vit spurdu Jan Evensen, sum kennir oljuvinnuna bæði í Noregi og í Bretlandi, um stórir vandar eru fyri, at hon kemur at hava óhepnar avleiðingar fyri lítla føroyska samfelagið!
-Tað er ein torførur spurningur. Sjálvur haldi eg tað er sera umráðandi at fáa gjørt eina demografiska, mentanarliga og samfelagsliga basiskanning, áðrenn ein oljuvinna av álvara ger vart við seg.
Her veldst so aftur um, hvat føroyingar ætla og vilja. Ein kann velja at blanda føroyska samfelagið minst møguligt uppí ein útvikling og so heldur fáa kontantar pengar ístaðin. Tað hevur so eisini sína ávirkan. Ella ein velur, at allar vørur og tænastur skulu latast frá føroyskum fyritøkum. Ein kann so taka støðu til, um ein vil hava eina útgerðarhavn og sjálvir veita tænastur til allar boripallarnar heldur enn at tað skal vera gjørt úr Aberdeen ella Stavanger. Ynskir ein at fáa fremmanda arbeiðsmegi til landið? osfr.
Alt hetta eru val føroyingar skulu gera. Jan Evensen heldur sjálvur, at tað ber til at hava ein oljuídnað gangandi langt til havs uttan at tað skal hava stórvegis negativar avleiðingar fyri samfelagið.
Hóast oljuvinnan eisini hevur havt negativar avleiðingar fyri Noreg, so hevur hon tó samanumtikið havt ómetaligan stóran týdning. Og verður nógv olja funnin við Føroyar, so hava føroyingar tann møguleikan at seta á stovn ein oljugrunn, sum forðar fyri, at nógvu oljupengarnir skapa eina yvirupphiting í samfelagnum.
Hvat viðvíkur umhvørvinum so heldur Jan Evensen, at oljufeløgini í dag handfara tað heilt øðrvísi og betri í dag enn fyri bert fimtan árum síðani. Tað heldur hann eisini fer at koma Føroyum til góðar.