Føðingardagsbarnið var ikki til staðar

Tey fægstu vóru nakað klókari eftir fundin, sum skipað var fyri í Norðurlandahúsinum um nýggju fólkapensjónsskipaninar og eftirlønarskipaninar, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í Almanna- og Heilsumálum arbeiðir við. Høvuðspersónurin var nevniliga ikki til staðar, og tí var talan um tos um nakað, sum í grundini eingin kennir nakað til

Sera lítið upplýsandi kom burturúr fundinum, sum sjeymannabólkurin skipaði fyri um nýskipan av fólkapensjónunum og eftirlønunum.

Sjeymannabólkurin umboðar 30 fakfeløg, og hevur sum uppgávu at fylgja við tí sum fyriferst á teimum økjum sum raka teirra limir.

Tað er synd at siga, at undirtøkan millum politisku flokkarnar var góð.

Allir flokkarnir vóru bodnir at vera við, og teirra millum var Almanna- og Heilsumálaráðharrin Helena Dam á Neystabø, sum í sambandi við at hon arbeiðir við málinum, er tann, sum veit mest um tað.

Men har var eingin Helena. Hon hevði givið avboð til fundin, tí hon skuldi á fund hjá Norðurlandaráðnum og í hennara stað var ein annar sjálvstýrislandsstýrismaður, Eyðun Elttør, komin.

Miðflokkurin og Sambandsflokkurin vístu sín áhuga fyri málinum við als ikki at møta upp, og tí var tað eitt sera amputerað panel, sum viðgjørdi málið.


Eru ikki teir

røttu at spyrja

Hóast tað tí var eitt sera ófullfíggjað pallborð, sum viðgjørdi málið um framtíðar pensjóns- og eftirlønarviðurskiftini, so fekk eingin nágreiniliga at vit, hvussu nýggja skipanin veruliga kemur at síggja út.

Landsstýrismaðurin, sum situr við málinum sat, tá fundurin var, í Svøríki, og kundi tí ikki greiða frá hvussu nýggja uppskotið sær út, og kundi tí heldur ikki svara spurningum frá tí spyrjandi fjøldini.

Tí var svarið, sum teir tríggir samgongutingmenninir lótu av munni fleiri ferðir:

? Vit eru í grundini ikki teir røttu at svara hesum, og tí fáa vit ikki svarað.

Hetta er sjálvsagt ikki nøktandi svar fyri fakfeløgini, sum høvdu skipað fyri fundinum

Spurningurin er so bara, um fundurin var rætt dagfestur yvirhøvur.

Spurningurin er, um tað ikki heldur hevði verið rætt, at hildið fundin eftir at uppskotið var viðgjørt, og almannakunngjørt, soleiðis, at okkurt veruligt lá á borðinum at kjakast um.

Tað gjørdi tað ikki, og tí fóru flestu fólkini til húsa aftur við somu vitan, sum tey høvdu áðrenn. Tey vóru valla vorðin klókari. Til tað vóru upplýsingarnar ov fáar.


Vilhelm ímóti

Sum so ofta er, tá politikarar sita við pallborð, so gerst kjakið ideologiskt, og tað var júst tað sum hendi mikukvøldið.

Vilhelm Johannesen fór at kjakast við Finn Helmsdal um hvør hevði latið samhaldsfasta upp fyri skutil, og um hví tann skipanin ikki kundi brúkast ístaðin fyri hesa, sum kortini eingin kundi siga fór at virka.

Í veruleikanum minti kjakið teirra millum um ein valfund, har tað ráddi um at fáa fjøldina at taka undir við teirra uppskotið.

Í so máta var Vilhelm Johannesen betri ílatin, tí hann hevði samhaldsfasta at vísa á. Tað høvdu samgongutinglimirnir ikki, tí uppskotið er enn ókent fyri teimum.


Vandamiklar

samanberingar

Hóast eingin, sum vit nú fleiri ferðir hava víst á, veruliga visti, hvussu nýggja uppskotið kemur at síggja út, so fóru menn kortini at tosa um hvussu nógv kemur til útgjaldingar um nøkur ár.

Hetta er í grundini rættiliga løgin framferðarháttur av politikarunum við pallin, tí kenna teir tølini, so vita teir eisini meira um tað, sum liggur aftanfyri tey. Gera teir ikki tað, so eiga teir at vera varnir við slíkum samanberingum. Tær seta nevniliga eins nógvar spurningar og tær geva svar.

Eingin av áhoyrarunum kennir grundarlagið fyri teimum útrokningum sum gjørdar eru, og teir høvdu tí meiri enn trupult við at halda seg til tølini, sum vórðu slongd á borðið.

Eingin av teimum, sum var í Norðurlandahúsinum, kennir grundarlagið fyri útrokningunum, og eingi tøl vóru latin áhoyrarunum. Teir hoyrdu tøl, sum 8 og 13 túsund, og tað ljóðar sjálvandi gott, men hvussu tað verður komið fram til tey, sá eingin.


Nógvir ósvaraðir

spurningar

Tá politikararnir vóru lidnir við fyrsta umfar slapp fjøldin at spyrja, men eins og við politisku framløgunum, so var stórt sæð eingin hjálp at heinta hjá teimum spyrjandi.

Flestsu spurningarnir stóðu nevniliga ósvaraðir, millum annað av teirri orsøk, at uppskotið um nýggja skipan ikki hevur fingið politiska viðgerð.

Nær hon verður er ikki greitt, men tað tykist eftir øllum at døma greitt, at nýggja skipanin neyvan kemur í gildi við ársbyrjan 2000.

Til tað er tíðin ov stutt, og viðgerðin higartil ov lítil.

Tað varð í hvussu er staðfest mikukvøldið.

Harafturat varð staðfest, at tað er ein løgin politisk framferð, at fakfeløgini ikki hava verið tikin við í viðgerðina av nýggja uppskotinum, og tað kundu sjálvt politikararnir við pallborðið taka undir við.