F..k Saddam. We're taking him out

Longu fyri einum ári síðani gjørdi George W. Bush, forseti av at koyra Saddam Hussein frá

Blaðið Time Magazine skrivar, at longu fyri einum ári síðani var George W. Bush, forseti avgjørdur um, hvat skuldi henda irakska leiðaranum, Saddam Hussein.
- Fuck Saddam. We're taking him out, skal forsetin hava sagt, tá hann ein dagin í mai í fjør stakk høvdið inn um dyrnar á skrivstovuni hjá trygdarráðgeva sínum, Condoleezzu Rice, sum júst sat á fundi við nakrar senatorar og viðgjørdi spurningin, hvørt Irak skuldi avgreiðast í ST, ella um USA skuldi avgreiða málið saman við sínum sameindu í Miðeystri.
Men Bush hevði ongan áhuga í hesum tosinum, skrivar Time Magazine. Ein av fundarluttakarunum hevur greitt frá, at forsetin skúgvaði orðaskiftið frá sær við teimum báðum stuttu setningunum.
Sambært Time Magazine eru tað serliga fýra menn í amerikansku stjórnini, sum standa aftan fyri ætlanina at koyra Saddam Hussein frá. Teir eru Bush, varaforsetin Dick Cheney, uttanríkisráðharrin Colin Powell og varaverjumálaráðharrin Paul Wolfowitz. Sambært blaðnum løgdu Wolfowitz og nakrir aðrir politikarar longu í 1998 eina slíka ætlan fyri táverandi forsetan, Bill Clinton. Cheney tók undir við ætlanini.
- Alt ov leingi hava vit sópað hendan trupulleikan inn undir teppið, segði Cheney við ein ráðgeva fyri tveimum árum síðani, skrivar Time Magazine.