ÍF hevur ligið á odda í meistaradeildini hjá monnum at kalla alt kappingarárið, men kappingin við Mjølnir hevur tó verið rættiliga hørð. Fyri tveimum vikum síðani møttust hesi bæði liðini so í avgerandi toppdysti í Klaksvík, og her var eingin ivi. ÍF vann tryggan 3-0 sigur, og við sigrinum løgdu teir seg trý stig fram um Mjølnir við bert tveimum dystum eftir.
Sunnudagin skal oddaliðið úr Fuglafirði so aftur í dyst, tá teir taka ímóti Fleyr, sum liggur á einum fjórða plássi í meistaradeildini hjá monnum. Fleyr liggur í eini slíkari støðu, at teir kunnu hvørki fara longur upp ella longur niður á stigatalvuni, so í roynd og veru hava teir ikki tað heilt stóra at spæal um.
Hjá ÍF er dysturin hinvegin sera týdningarmikil. Vinna teir dystin sunnudagin, so eru teir so langt frammanfyri Mjølnir, at hesir ikki kunnu fanga teir aftur. Harvið gerst ÍF føroyameistari.
Ivamál um Boban
Í vikuni fekk ÍF tó eitt skot fyri bógvin, tá sterki útlendingurin, Boban Ilic, bleiv raktur av einum skaða í venjing. Boban hevur verið ein av týdningarmestu leikarunum hjá ÍF í ár, og tí kemur hetta illa. Enn er tó ikki greitt, um Boban verður klárur til dystin ímóti Fleyr.
Annars er at siga um hesi bæði liðini, at ÍF hevur havt takið á Fleyr í undanfarnu dystunum hetta kappingarárið. Fyrsti dysturin í grundspælinum var á Kambsdali, og her vann ÍF 3-1, eftir at Fleyr annars hevði vunnið fyrsta settið. Í seinna dystinum í grundspælinum møttust liðini í Gundadalshøllini, og her var eingin slingur í valsinum hjá ÍF. Hesaferð vunnu teir nevniliga ein sannførandi 3-0 sigur.
Síðsti dysturin var eisini í Havn, og var hesin partur av endaspælinum. Henda dystin vann ÍF 3-1, so higartil hevur ÍF vunnið allar dystirnar á Fleyr í ár. ÍF má eisini metast at vera favorittur undan dystinum sunnudagin, men liðið hjá fuglfirðingum er nakað veikari, um Boban ikki verður við.