Heðin Mortensen er tungan á vágskálini í uppskotinum um at loyva samkyndum av giftast borgarliga. Og júst nú segði Heðin Mortensen av tingsins røðarapalli, at hann kennir seg hóttan av samgonguni.
- Men eg lati meg ikki hótta, legði tingmaðurin aftrat.
Í morgun legði Heðin Mortensen eitt broytingaruppskot fram, har hann vildi hava uppskotið til fólkaatkvøðu.
Tað sær tó út til, at Heðin Mortensen er kroystur av samgonguni, til at atkvøða fyri uppskotinum.
Sum skilst hevur Heðin Mortensen verið á fundi við samgonguleiðararnar seinastu tímarnar. Og tá Heðin Mortensen tók orðið fyri løtu síðani segði hann, at hann vildi ikki risikera samgonguna uppá hetta málið.
Tí heitti hann á formanni um at niðurleggja fundin eina løtu, so at hann kundi tosa við løgmann um málið.
Heðin Mortensen leggur aftrat, at hann kendi seg hóttan at samgonguni í hesum málið.
Tað letur til, at orðaskiftið um at broyta hjúnabandslógina nærkast endanum.
Her ber til at síggja orðaskiftið beinaleiðis: