Klaksvík:
Tá ein kemur gangandi í miðbýnum í Klaksvík er tað ikki tann vakrasta sjónin, sum tekur ímóti einum fyri tíðina. Har bøur áður var grønur um hesa ársins tíð og trø stóðu í fagrasta blóma, er bert runa og órudd at síggja. Mitt í øllum stendur ein maskina hjá kommuni pinnastill, tí verkfall er, og tískil allir arbeiðsmenninir hjá kommuni ikki til arbeiðis. Ætlanin var helst hjá kommununi at fáa tað allarfyrsta av arbeiðinum av vegnum, so at tað kundi síggja so nøkulunda út til norðoyastevnu, men tað er ikki at eydnast.
Hóast henda sjónin ikki pyntar upp á miðbýin, so eru tað framvegis fleiri avbera vakrir blettir at síggja, har grønt gras, blómur og plantur av ymsum slagi standa so vakrar. Tað er býargartnarin og hansara fólk, sum taka sær av tí. Men nú meðan verkfall er, eru teir bert tveir til arbeiðis, og teir hava ov mikið at gera.
Henda dagin, tá Sosialurin kemur framvið, eru teir í ferð við at planta nakað av summarplantum niður við talvborðið í Vágstúni. Hans Hjalti Skaale er býargartnari og henda dagin hevur hann tvey ára gamla sonin, Janus, við, tí hann sleppur ikki í barnagarð, so longi verkfall er.
Men tað liggur væl fyri hjá teimum báðum feðgunum at vera til arbeiðis. Hans Hjalti letur væl at arbeiðinum í ár og sigur, at tað er nógv at gera hjá teimum. Hetta várið hava teir fingist við at flyta trøini, sum stóðu har arbeiðið upp á rundkoyringina nú er. Trøini hava teir tikið upp og sett runt ymsastaðni í býnum. Og tey fríðka um, har tey standa nú.
Í fýra ár hevur býargartnarin havt eina kampanju koyrandi, sum verður nevnd Planta eitt træ, har borgarar kunnu fáa ein pakka við trøum í, sum tey sjálvi so planta.
? Hetta gera vit fyri at fáa býin grønari, sigur Hans Hjalti, sum letur sera væl at undirtøkuni. Seinasta leygardag stóðu teir og býttu út. 300 pakkar vóru burtur eftir bara 40 minuttum, og tað vóru mong, sum onki fingu.
? Tað er harmiligt, at summi onki fáa, men vit hava bara eitt avmarkað tal av pakkum, greiðir hann frá. Og úrslitið frá hesum tiltakinum er nú av álvara farið at síggjast aftur, heldur Hans Hjalti Skaale.
? Tað fyrsta, sum vit lótu fyri fýra árum síðani, byrjar av sonnum at síggjast aftur nú, so ein kann bara ímynda sær, hvussu gott tað verður um eini 10 ? 15 ár, sigur hann, meðan hann grevur eitt hol í moldina við góðari hjálp frá Janusi.
Teir eru í ferð við at planta dianthus niður. Ein vøkur grøn summarplanta við ljósareyðum blómum á.
Tá prátið fellur inn á veður og vind, so sigur Hans Hjalti, at vøksturin hevur verið avbera góður í ár. Apríl mánaði var avbera góður, páskaliljurnar vóru í fullum blóma langt áðrenn páskir. Men hinvegin hevur mai mánaði verið minni góður, men tað hevur sum sagt ikki gjørt nakað verri fyri vøksturin.
Góð við býin
Hans Hjalti sigur, at fólk í Klaksvík eru góð við býin. Alt, sum býargartnarin setur niður og plantar fær altíð frið - eisini á norðoyastevnu.
? Tað er ongantíð komið fyri, at vit hava verið noydd at taka niðurtraðkaðar plantur uppaftur eftir norðoyastevnu, sigur hann.
Lastin á bilinum hjá honum er full av ymsum summarplantum. Hann keypti inn undir seg, áðrenn verkfallið byrjaði, tí hann fær ongar plantur norður. Síðani hevur hann goymt tær, til nú tað er tíð at planta tær.
Og hóast tað er óvist, hvussu verður við norðoyastevnu, so skal býurin fríðkast og haldast við líka til summarið. Og røkt og viðlíkahald eru nakað, sum býargartnarin og hansara fólk mest taka sær av um summarið. Og tað skal gerast, um verkfall er ella ikki.
? Vit eru so væl fyri her, at vit eru tveir handverkarar til arbeiðis her, so alt er ikki steðgað upp kortini, sigur vælhýrdi býargartnarin í Klaksvík at enda.