Fólk hava hildið seg heima í nátt

Men løgreglan leitar framvegis eftir einum bili, sum varð stolin fríggjadagin

Heldur ikki í nátt hevur nakað sum helst lív verið í nakrastaðni. Løgreglan sigur, at øll skeinkistøð og dansistøð hava verið lukkað, og fólk hava hildið seg innandura.

Sostatt hava gøturnar ligið mestsum manntómar. Tað einasta tey hava fingið niður á pappír av vanligum løgregluarbeiði, er, at ein bilførari er tikin fyri at koyra við kenning.

Annars varð ringt til løgregluna seinnapartin fríggjadagin at boða frá, at ein bilur var stolin.

Talan var um ein silvurlittan Suzuki Ignis við nummarplátuni, ES 489, sum var horvin av parkeringsplássinum uttanfyri Vøruhúsið á Hjalla. 

Løgreglan sigur, at bilurin er ikki komin aftur í aftur enn, so er tað onkur, sum veit um bilin at siga, eru tey vælkomin at siga løgregluni frá.