Fólk keypa til kalt borð á ólavsøku

- Nógv verður keypt inn til ólavsøku, og tað eru mong, sum bjóða familju, vinum og kenningum til kalt borð, sigur slaktarameistarin í Miklagarði.

Jørgen Jørgensen hevði arbeitt sum slaktarameistari í Danmark í nøkur ár, tá hann fekk starv og flutti upp til Føroya at arbeiða í matvøruhandlinum í SMS. So skjótt, sum hann var komin til Føroya í endanum av august mánaði í 1977, byrjaði hann í starvinum, tó at SMS ikki læt upp fyrr enn stívliga tveir mánaðir seinni - ella hin 2. november í 1977.

 

Øll árini síðan byrjan hevur Jørgen Jørgensen verið ímyndin av slaktaradeildini í SMS, og í fjør hevði hann 40 ára starvsdag í SMS. Eldri sonurin Henrik var júst føddur, tá Jørgen og Birte fluttu heim til Føroya, og ætlanin hjá teimum tá var, at tey skuldu vera í Føroyum og arbeiða í eini tvey ár. Men, ætlaðu tvey árini hjá slaktarameistaranum í SMS eru nú fyribils vorðin til meira enn 40 ár.

 

Sum slaktarameistari í Miklagarði hevur Jørgen Jørgensen ábyrgdina av øllum, sum hevur við eitt nú kjøt, fisk og ost at gera. Hann sigur, at Miklagarður í krónum og oyrum selur líka nógv í juli, sum handilin selur í jólamánaðinum, og tað er ólavsøkan, sum ger hetta útslagið.

 

Nógv verður keypt inn til ólavsøku, og tað eru mong, sum bjóða familju, vinum og kenningum til kalt borð. Slaktarameistarin vísir á, at uppundir ólavsøku er keypið merkt av, at fólk bjóða kalt borð - ikki minst við øllum tí føroyska, sum Miklagarður hevur í sínum útboði.

 

- Vit hava føroyskt skerpikjøt, og vit hava turra grind, turran fisk og spik. Fólk vilja hava rullupylsu, kjøtpylsu, skinsakjøt, livurpostei, kalvasalat, eplasalat, sild, egg, og fólk vilja helst eisini hava royktan laks, rækjur og mini-kjøtfrikadellur á borðinum, sigur Jørgen Jørgensen, slaktarameistari í Miklagarði.