Eivør, ið á Atlantic Music Event spældi eina av sínum bestu konsertum nakrantíð við føroyska bólki sínum, spældi í gjár á SPOT-Festivalinum við írskum tónleikarum, og skulu vit døma eftir ummælinum, so var konsertin sera skuffandi.
Á almennu heimasíðuni hjá festivalinum verða allar konsertirnar ummældar í samstarvi við Gaffa.dk.
Á SPOT-Festivalinum spældi Eivør saman við írska bólkinum, ið hon skal á pall saman við á G!Festivalinum, og skulu vit trúgva ummælaranum Mikkel Elbech, kann hetta gerast ein langdrigin uppliving. Konsertin fær tríggjar av seks stjørnum.
Ummælarin skrivar, at Eivør kom á pall ein hálvan tíma seinkað, men hóast hetta vóru áskoðararnir spentir, og karmarnir tyktust fullkomnir til konsertina.
Men longu eftir byrjanini við løgunum Human Child og Do Not Weep, tyntist álvarsliga út í áskoðarafjøldini og sum konsertin fráleið rýmdu sambært ummælaranum alt fleiri fólk, og hann sigur, at tað somuleiðis gjørdist greitt hví. Tí á SPOT-festivalin, ið leggur dent á tað nýskapandi og áhugaverda tykist Eivør malplasera.
Hann heldur fram: ?Med tekster, der handler om træer, snefnug og solskin, er der dømt floskel-fest til den store guldmedalje, og langt det meste af tiden er koncerten en noget banal og ordinær affære. Musikalsk set er der ingen elementer, som ikke fås i bedre udgaver andetsteds.?
Niðurstøðan tá konsertin endar eftir 38 minuttir, er sambært ummælaranum, at hesir kendust sum munandi longri tíð.
Tá fleiri av áskoðarunum klappa hana útaftur á pallin. Bjargar eykalagið tó nakað av konsertupplivingini:
?Endelig kommer der et nummer, der både er hævet lidt i tempo i forhold til resten, og som også lader Eivør bruge sin stemme til andet end kedelig skønsang. Hun vrænger og skriger og improviserer, og det løfter koncerten op på det niveau, hvor den hele tiden burde have ligget. En rigtig god bonus, der gør, at man går væsentligt gladere fra salen, end de, der forduftede allerede efter halvandet nummer.?