Fólk sum eru fyri ágangi skulu verjast betur

Nú skal fútin gáa heimild til at gera fólki bráðfeingis forboð ímóti at seta seg í sambandi við onnur. Tað fer løgmaður at leggja uppskot fyri Løgtingið um í næstu og endamálið er at verja fólk, til ein endalig avgerð verður tikin. Hetta forboðið hevur higartil hildið tilhald, men nú hava málkøn skotið upp at kalla tað frástøðuboð ístaðin.

 

Bráðfeingin frástøðuboð kann gevast fyri at veita fólki trygga og skjóta vernd fyri øðrum, sum tráfylgja teimum, ella eru undir illgruna fyri at gera teimum ónáðir á annan hátt.

 

Men treyyin er, at viðkomandi ikki hevur ein rímiligan áhuga í at seta seg í samband við hin persónin. Tað merkir, at bráðfeingis frástøðuboð verður ikki givin, har ósemja er um samverurætt við børn, ella har talan er um grannaklandur.

 

– Tráfylging og onnur forfylging, og órógv, kann hava stórar avleiðingar fyri fyri tann órættaða, men eisini fyri onnur í umhvørvinum so sum børn, familja, arbeiðsgevara, sigur løgmaður.