Fólk tíma aftur at síggja landsliðið

Undirtøkan var nevnliga framúr, tá Atlantic Airways fyri fyrstu ferð í trý ár skipaði fyri fótbóltsferð til útidyst hjá A-landsliðnum, og eisini til Fraklands og Rumenia ber til hjá føroyskum fótbóltsfjepparum at ferðast til dyst.

Hetta verður gjørt soleiðis, at tey plássini, sum eru tøk, tá landsliðsferðalagið og fjølmiðlarnir eru komin í flogfarið, verða seld áskoðarum, sum sjálvandi eisini fáa innivist á ferðini og atgongumerki til landsdystirnar.

Av Atlantic Airways verður upplýst, at sølan hevur gingið heilt hampuliga væl, og nú tað styttist til fráferðina, eru bara níggju pláss eftir í flogfarinum.