Fólk við menningartarni skuldu ikki fáa egna íbúð

RÆTTURIN TIL BÚSTAÐ Almannaverkið hevur mælt fólki við menningartarni frá at skriva seg upp til at fáa íbúð til leigu frá Bústøðum

Nú Bústaðir ætlar at byggja íbúðir kring landið, var ætlanin, at byggja soleiðis, at allir samfelagsbólkar skuldu kunna fáa tak yvir høvdið.
Eisini fólk við menningartarni og skerdum førleikum annars.
Í hesum sambandi hevur Almannaverkið beinleiðis heitt á Javna um at biðja sínar limur, sum hava tørv á tí, um at skriva seg upp at fáa íbúð til leigu.
- Í hesi áheitanini stóð einki um, á hvørjum førleikastigi, fólk skuldi vera fyri at fáa íbúð, sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna.
Tí hevur Javni heitt á limirnar um at skriva seg upp til at fáa íbúð til leigu.
Tann møguleikan hava fleiri fólk við menningartarni brúk og hava skrivað seg
upp hjá Bústøðum.
Men hjá fleiri av teimum er støðan soleiðis, at skulu tey flyta í egna íbúð, hava brúk fyri ymsum tænastum frá almannaverkinum.
- Tí hava nøkur teirra vent sær til Almannaverki at tosa um, hvørjir møguleikar eru, sigur Sigrun Wardum.
- Men heldur enn at stuðla teimum, hevur Almannaverkið í nøkrum førum mælt teimum frá at søkja um íbúð frá Bústøðum, tí at tey eru ikki rætti málbólkur til eina slíka íbúð.
Í hesum førum hevur Almannaerkið mett, at tey hava verið ov illa fyri til at flyta í egna íbúð.

Ikki fegin
Á Fólkafundi í Klaksvík um Vikuskiftið reisti Sigrun Wardum spurningin og í viðmerking til Sosialin síðani, váttar hon, at hetta eru boðini, nøkur hava fingið frá Almannaverkinum.
Hon sigur, at eitt endamál við at fáa fólk at skriva seg upp til bústað, var eisini fyri at fáa eitt nágreiniligt yvirlit yvir, hvør tørvurin á íbúðum er og hvar tørvur er á Bústøðum.
Hon er alt annað enn fegin um boðini úr Almannaverkinum.
- Eg veit væl, at øll kunnu ikki bara flyta inn í eina íbúð, tí í nógvum førum er neyðugt við ávísum tænastum frá Almannaverkinum.
Hon er ikki fegin um boðini frá Almannaverkinum, tí hon sigur, at eftir ST sáttmálanum, sum eisini føroyingar hava sett í gildi, er tað ein grundleggjandi rættur hjá fólki ið bera brek, at tey sleppa at velja sær bústað, at tey sleppa at velja hvar og saman við hvørjum, tey vilja liva og at tey ikki verða noydd at liva í serligum bústøðum.
Men tað er verri enn so galdandi í hesum føri, tí tað, sum samfelagið hevur at bjóða fólki við menningartarni, sum hava tørv á tænastu, er ávikavist búfelagsskapur, sambýli ella røktarbústað.
Tað merkir, at tey verða noydd at liva í serligum bústøðum.
Tað eru bara fólk, sum klára seg sera væl, sum fáa høvi at búgva í egnari íbúð.
- Tey flestu hava sum er onga ávirkan á, hvar tey búgva, ella hvørjum, tey búgva saman
við.
Sigrun Wardum hevur illgruna um, at tað sum býr undir boðunum frá Almannaverkinum er, at tey stúra fyri at fáa eina stóra eyka útreiðslu av
hesum fólkunum.
- Alt ov nógv fólk við menningartarni búgva heima hjá foreldrunum, tí tey
hava ongastaðni at fara og tað sparir almannaverkinum nógvar útreiðslur í
tænastum av ymsum slagi.
- Skulu tey nú flyta í egnan bústað, skulu tey hava ymsar tænastur og tað fer sjálvandi eisini at kosta, sigur forkvinnan í Javna.

Ein stór misskiljing

Hevur Almannaverkið mælt fólki við menningatarni frá at skriva seg upp til at fáa íbúð til leigu frá Bústøðum, er tað ein misskiljing.
Tað sigur Eyðun Mohr Hansen, stjóri í Almannaverkinum.
- Hatta kenni eg als einki til, sigur hann í stuttari viðmerking.
Hann sigur tvørturímóti, at Almannaverkið hevur vent sær til Javna og heitt á limirnirnar í Javna um at skriva seg upp til íbúð.
- Í Almannaverkinum eru vit fegin um ætlanirnar hjá Bústøðum og um útlitini fyri at fólk við serligum tørvi kunnu fáa íbúð.
Formligu boðini frá Almannaverkinum til Javna hava verið at eggja limunum at skriva seg upp til íbúð.
Eyðun Mohr Jacobsen hevur fingið váttað frá Javna, at onkur í Almannaverkinum hevur mælt nøkrum limum í Javna frá at søkja um íbúð.
- Eg veit ikki, hvaðani boðini eru komin og eg veit heldur ikki, hvussu orðini eru fallin, men tey eru altso beint ímóti formligu boðunum frá Almannaverkinum sum stovni.
- Hasum boðunum vísi eg staðiliga aftur.
Hann dugir ikki at siga beint nú, hvat tey fara at gera við tað, at boðini úr Almannaverkinum eru so mótstríðandi.
Men hann sigur, at eitt, hann fer at taka til sín, er, at sum stjóri fer hann at vera lætt atkomuligur og at boðini frá stovninum skulu vera týðilig og greið fyri at sleppa undan misskiljingum, sum hesum.
Sostatt er heldur onki hald í illgrunanum um, at tað, tit í veruleikanum stúra fyri, er, at fáa stórar útreiðslur til tænastur til fólk, sum flyta í egnan bústað?
- Tað er altíð okkara ábyrgd at skipa virksemi innanfyri teir fíggjarkarmar, vit hava. Vit fáa ikki gjørt meiri og tí ber ikki til at siga, hvussu vit fara at skipa okkara virksemið frameftir, sigur Eyðun Mohr Hansen.