VALSKIPAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Næstu ferð vit skulu hava fólkaatkvøðu, eigur hon at verða um grundlóg, fullveldi ella ES.
Hetta sigur stjórnmálafrøðingurin Sonja Jógvansdóttir, sum ikki tekur undir við uppskotinum hjá løgmanni um at hava fólkaatkvøðu, um Føroyar skulu verða eitt valdømi.
- Hetta er fyri at politikararnir skulu sleppa at spæla fríspæl og ein lættur máti at sleppa undan politiskum tvídrátti, sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon heldur at hetta er ein máti at sleppa frá at taka ábyrgd, og vísir á, at vit velja okkara politikarar at taka bæði populerar og ópopulerar avgerðir, og at tey fólkavaldu fáa løn fyri hetta.
Tekniskur spurningur
- Makta tey ikki hetta, eiga tey heldur helda seg burtur, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum hevur tað sjónarmið, at vit ikki eiga at hava fólkaatkvøður »í fleng«, sum hon málber seg.
Eitt nú í Sveis er vanligt at hava fólkaatkvøður. Sonja Jógvansdóttir viðgongur, at hon ikki kennir nágreiniliga til viðurskiftini í Sveis, men vísir á, at vanliga møta ikki so nógv fólk til hesar atkvøður.
Stjórnmálafrøðingurin metir, at tað kann tykjast bráðræsið at taka eina slíka avgerð í oktober ella november, og síðan nýta hetta í verki í januar. Hinvegin kunnu broytingar ofta skjótt fáast at virka í smáum økjum sum t.d. Føroyum og Íslandi.
Sonja Jógvansdóttir heldur, at málið um nýggja valskipan er heldur ein tekniskur enn kensluligur spurningur, og tí himprast hon ikki við at siga, at hon vónar ikki uppskotið hjá løgmanni er úrslit av ráðgeving frá embætisfólkum í Tinganesi.
- Eg hopi ikki at hetta er tann embætisliga ráðgevingin í Tinganesi, sigur Sonja Jógvansdóttir.
MYNDATEKSTUR
Næsta fólkaatkvøðan eigur at verða um grundlóg, fullveldi ella ES, sigur Sonja Jógvansdóttir, stjórnmálafrøðingur