-Vit liggja í samráðingum við donsku stjórnina og hava har eina púra greiða strategi. Tað verður so ikki á einum veljarafundi , sum Sosialurin refererar frá, at tað verður kunngjørt, hvussu tað gongur í teimum samráðingunum sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum sigur tað vera púra í leysum lofti, tá Sosialurin ber tíðindi fram frá fundi hjá Vága Fólkafloksfelag í farnu viku. Løgmaður viðgongur tó, at hann kann ikki gera aðrar viðmerkingar, tí hann var ikki við á fundinum.
Tað vóru tó tveir av landsstýrismonnunum hjá Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm, sum eisini vóru rættiliga avgjørdir, tá teir úttalaðu seg til blaðið fríggjadagin. Løgmaður heldur tað tó vera langt millum yvirskrift á forsíðuni og innihald í blaðnum henda dagin, har flokkurin varð sagdur at hava broytt kós í fullveldismálinum. - Eg kenni í hvussu er einki til hasa broytingina í fullveldismáinum, sum sipað verður til sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Um samráðingarnar við danir sigur løgmaður annars , at trupulleikin er tann, at vit hava ein mótpart, sum ger, at vit bara stampa í sama stað. -Tað er eingin fleksibilitetur í. Hvussu vit fáa donsku stjórnina at spæla við uppá nakað positivt, tað verður so kynstrið frameftir.
Anfinn Kallsberg vísir á, at vit fáa einki ígjøgnum uttan partarnir semjast. Sum støðan er nú, sær tað ógvuliga svart út. M.a. vilja danir hvørki diskutera ella samráðast um tann fíggjarliga partin, sum er ein týðandi partur av øllum. Tí er tað ikki lætt.
Uppá fyrispurning hvussu verður við nógv umrøddu fólkaatkvøðuni sigur løgmaður, at hon verður líka so skjótt sum vit hava ein sáttmála, ið hevur tað innihald, ið vit meta Føroya fólk kann taka undir við. Men hann verður heldur ikki fyrr enn tá.
Nær tað verður veldst um, hvussu samráðingarnar ganga. Og hvørjir møguleikar eru fyri at semjast. Uppá fyrispurning um vit kunnu koma forbí eitt løgtingsval, áðrenn nakað hendir sigur løgmaður, at tað vónar hann ikki. -Eg vóni at tað er so frægt av vilja til at røkka eini avtalu, at tað verður áðrenn næsta val.