Fólkaflokkurin er læstur fastur í blokeringum

POLITIKKUR – Spyrt tú meg, hvat Fólkaflokkurin er samdur um, síggi eg onga semju um nakað. Hann kann ikki semjast um fiskivinnureform, burðardygd, umhvørvismál, kommunalreform, skúlareform, stjórnarskipan, tjóðskaparmál, rættarfatan ella búskaparmál. Eg havi leingi verið ónøgdur við arbeiðslagið, men nú bar bara ikki til meira, sigur Poul Michelsen, sum fyri viku síðan meldaði seg úr flokkinum. Nú ætlar hann sær at virka fyri at finna teir meirilutar á tingi, sum vilja arbeiða fyri at gera lógir og karmar, ið svara til tey krøv og avbjóðingar, samfelagið hevur fyri neyðini. Reformar eru alneyðugir, heldur hann

 
– Í dag er gingin ein vika, síð­an eg fór úr flokkinum, og tað kennist væl at sleppa undan at høggast við nakað, sum er vónleyst. Fólkaflokkurin verður noyddur at lurta eft­ir teimum fólkum, sum hava funnist at honum. At Annfinn Kallsberg onki skilir, er væl rættiliga lýs­andi fyri støðuna. Um flokk­ur­in ikki hevur førleika at flyta seg inn í nútíðina og fremja tær broytingar, sum eru neyðugar, vænti eg, at flokkurin fær fleiri skelkir, tí fleiri hava somu støðu sum eg. Eg eri ikki einsamallur um hetta.
Hesa heilsan sendir Poul Michelsen sínum fyrr­ver­­andi floksfeløgum í Fólka­flokk­inum, sum í farnu viku rættiliga kom í andglettin, tá tingmaðurin úr Havn eft­ir 40 ára tænastu sendi for­manninum, Jørgeni Nicla­sen, partíkortið og takkaði fyri seg. Hann hevði fingið nóg mikið av, at Fólkaflokkurin ikki fylgdi stevnuskránni, og at minnilutar ferð eftir ferð steðga politiskum málum, ið kunnu flyta Føroyar inn í framtíðina, segði hann.
 
Ongir reformar
Poul Michelsen setti ikki ná­greiniliga orð á, hvat at enda fekk hann at fara, men tað ger hann nú. Hann hevur ver­ið ónøgdur við støðuna leingi, tí ferð eftir ferð hava týdn­ingarmikil mál verið blokerað í flokkinum. Eitt dømi var revsilógin, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, legði fyri tingið fyrr í ár, og sum mundi kostað henni hennara polit­iska lív í flokkinum.
Dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir, var ein hend­ing hósdagin fyri 10 døg­um síðan, tá ein stórur meiri­luti í Fólka­flokk­inum var sinnaður at semjast við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um ein kommunal­reform, ein skúla­reform og at leggja eldraøkið út til kommunurnar.
– Vit vóru komin so langt, at ein massivur meiriluti var fyri hesum í flokkinum. Men ein lítil minniluti í flokkinum, Annfinn Kallsberg, Jógvan á Lakjuni og Jákup Mikkelsen, hótti restina av flokkinum við so stórum avleiðingum, at flokkurin bakkaði, sigur Poul Michelsen.
Tílíkar hendingar eru sam­bært Poul Michelsen ikki eindømi í Fólkaflokkinum. Í etiskum málum hevur hann upplivað, at serliga Jógvan á Lakjuni hevur hótt seg til, hvat onnur skuldu meina um etisk mál. Flokkurin, sum sigur seg tryggja tað per­sónliga frælsið, hevur á hendan hátt ikki virt egna stevnu, hóast etisk mál eru ein persónligur spurningur og ikki nakað floksmál.
– Flokkurin hevur givið eftir fyri hesum lítla minni­lut­anum av yvirberandi or­søk­um, men hetta hevur und­ir­grivið so nógv tað, eg standi fyri, at tað gekk bara ikki meira. Ein einstakur mað­ur kann ikki taka ein heil­an flokk sum gíðsla. Um talan var um Miðflokkin, so var tað nakað annað, tí hann stendur sum flokkur sam­an um hasi sjónarmiðini í etisk­um málum. Men Fólka­­flokkurin stendur fyri per­són­­ligum frælsi, sigur Poul Michel­­sen.
 
Ongin semja
Á skrivstovu síni á heil­søl­uni við Hoyvíksvegin í Havn ger fyrrverandi fólka­floks­maðurin upp, hvat Fólka­flokkurin er samdur við seg sjálvan um og tí eisini førur fyri at semjast við onnur um. Listin av málum, ið Poul Michelsen reksar upp, er langur, men í ongum av málunum dugir hann at síggja, at Fólkaflokkurin hev­ur felags stev.
– Sjúkan í flokkinum er, at fleiri ynskja radikalar broyt­ingar, og at nakrir so halda ímóti. Spyrt tú meg, hvat Fólkaflokkurin er samdur um, so síggi eg onga semju um nakað. Hann kann ikki semj­ast um fiskivinnureform, ikki um burð­ar­dygd, ikki um um­­hvørvis­mál, ikki um kommunal­reform, sum lands­stýris­fólk hjá flokkinum hava slóðað fyri á dugnaligan hátt, ikki um skúlareformin, ikki um stjórnarskipanina, ikki um tjóðskaparmál og heldur ikki um búskaparmál. Eg dugdi bara ikki at síggja, at hetta var vert at vera partur av, sigur Poul Michelsen.
Hann leggur tó dent á, at hann vil ikki geva øðrum skyldina fyri, at hann er farin. Hann vil bara vísa á, at tað ber ikki til hjá Fólkaflokkinum at lata nakrar lítlar minnilutar standa á bremsuni í týðandi málum. Samfelagið má telgj­ast til tann veruleika, Før­oy­ar eru í nú, og tað hjálpir ikki at knarra um blokk­niður­skurðin fyri skjótt 10 árum síðan, sum summir eis­ini gera í Fólkaflokkinum, tí tann av­gerðin er tikin og farin.
– Um vit ikki broyta sam­fe­lagið við reformum, so endar tað við, at tann almenni sek­torurin koppar øllum sam­felagnum. Politiska skipanin er nú løgst á vinnulívið við hækkaðum avgjøldum, men tað er so øgiliga avmarkað, hvussu leingi tú kanst gera tað, tí vinnan er viðbrekin. Hon kann ikki betala alt í allar ævir, og tann almenni parturin má skilja hetta. Vit mugu hava í huga, at tað er so at siga bara tann privati parturin av føroyska búskapinum, sum hevur tik­ið alt skrædlið, sigur Poul Michel­sen.
 
Ongin stýring
Hann fýlist eisini hvass­liga á arbeiðslagið í Fólka­flokk­inum. Jørgen Niclasen hevur sum persónur nógv góð evnir, heldur hann, men hann saman­sjóðar sum formaður ongan flokk. Tann uppgávan verð­ur misrøkt, heldur Poul Michel­sen.
– Vit fáa løn fyri at vera politikarar, men vit hava í ár ongan fund havt, har vit gjølla hava viðgjørt, hvussu okkara politikkur skal vera, og hvørjar okkara hugsjónir eru. Annfinn Kallsberg sigur, at hann hevur onki problem, og tað sigur kanska alt, tí um hann onki problem hevur, so hevur Fólkaflokkurin onki problem. Men problemið er stórt. So nógv lallarí er í flokkinum, at tað minnir um leti. Flokkurin verður ikki stýrdur, og tað hevur verið niðurgerandi at uppliva, sigur Poul Michelsen.
Hann nevnir stjórnar­skip­anarmálið sum dømi um eitt mál, ið flokkurin ongantíð so mikið sum hevur viljað við­gjørt innanhýsis.
– Fleiri ferðir havi eg roynt at fingið flokkin at siga, hvat hann heldur um uppskotið, men ongantíð er málið komið til viðgerðar, einamest tí Ann­finn Kallsberg, Jákup Mikkelsen og helst eisini Bjarni Djurholm hava bloker­að fyri tí. Tað einasta, eg havi hoyrt, er kritikkur um, at tilfeingisgjald hevur staðið nevnt í uppskotinum. Nú grein 25-nevndin varð vald aftur, velur flokkurin so Bjarna Djurholm í nevndina, hóast hann er einasti ting­maður, sum alment hevur lát­urs­gjørt arbeiðið og ikki vildi atkvøða fyri at seta grein 25-nevndina. Tað fat­aði eg sum eina hevndar­atsókn ímóti mær aftur fyri stríðið í sambandi við kommunalreformin og skúla­reformin, sigur Poul Michel­sen.
Poul Michelsen hevur eis­ini verið misnøgdur við, at fíggjarlógin ferð eftir ferð hevur verið pettað sund­ur í fíggjarnevndini, hóast landsumsitingin hevur sak­køn fólk at gera fíggjar­lóg­ina á nøktandi hátt. Hann hevur verið ímóti at lata skattalættar, tá búskapurin hevur verið yvirupphitaður, hevur havt ilt av bondska tón­anum úr gamla Dag­blað­­num, sum viðhvørt enn hoyrist í løgtinginum, og so hevur hann verið ímóti hand­faring­ini av aðal­­stjóra­setanini í Uttan­ríkis­ráð­num, har Jørgen Niclasen fekk sín mann settan í sessin.
– Tilsamans hevur ónøgd­in verið stór, men eg gevi ong­um øðrum skyldina. Eg kundi bara ikki standa inni fyri hes­um longur. Fólkaflokkurin er endaður í einum óndum sirkli av blokeringum, eins og ABC-samgongan við sínum innanhýsis blokeringum elv­ir til ábyrgdarloysi og leti. Framdriftin í samfelagnum er ov lítil, og boðið upp á morgindagin er ikki til staðar. Mín útmelding er eisini eitt uppróp til allar politikarar um at finna útav at samstarva tvørtur um øll floksmørk, so vit kunnu koma longri fram á leið. Eg fari so at samstarva við øll fyri at fáa teir meirilutar, sum eru neyðugir fyri samfelagið, sigur Poul Michelsen.
 
Ongin tíð
Bæði Annfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen hava nevnt, at Poul Michelsen er ótolin politiskt, og at hetta er or­søkin til, at hann er komin tvørt fyri í Fólkaflokkinum. Hetta vil Poul Michelsen ikki hoyra talan um.
– Kommunalreformurin hevur verið á veg í 30 ár, og so sita menn enn og siga, at nú skulu vit bara taka tað róligt. Tað haldi eg ikki, vit skulu gera, tí vit eru í eini kreppu, og tá má ferð setast á at loysa trupulleikarnar í samfelagnum. Vit mugu taka avgerðir. Fólkaflokkurin er kanska tann mest kon­servativi flokkurin av øllum, og tað hóskar ikki saman við tí, hann eigur at standa fyri. Hann skuldi staðið fyri framdrift. Tað mátti sagt eitt sindur, at vinnulívsmenninir í flokkinum hava markerað sína ónøgd seinastu dagarnar, meðan nakrir skúlalærarar leggja seg afturá og siga, at alt gongur fínt. Tað ger tað bara ikki, sigur Poul Michelsen.