Eyðgunn Samuelsen tingbólkaforkvinna
---------------
Harmaljóðini hjá Fólkaflokkinum eru syrgilig, nú hann hevur telvað seg í ein krók við at krevja fleiri sparingar, uttan at kunna vísa á eina krónu sjálvur. Haraftrat borðreiðir hann við eini rúgvu av hálvum sannleikum um fíggjarkarmarnar fyri 2012-2016, sum teir nú ikki taka undir við, sum ein verður noyddur at rætta.
Niðurlagið er, at almenni raksturin økist fyri at halda tí almenna gangandi, og at vinnan má knokkroytast, so hetta skal bera til. Skuldin má økjast til tað óforsvarliga, harmaljóðini duna uttan at víst verður á eina ta einastu loysn á trupuleikunum.
Sjálvandi skulu vit vísa varsemi tá tað kemur til almenna raksturin. Tað verður tað eisini gjørt við fíggjarkarminum, sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava borið niðan í Løgtingið. Fíggjarmálaráðið, Landsbankin og Búskaparráðið eru samd um, at vit standa frammanfyri einum búskaparvøkstri í 2011 og 2012.Tí hevur tað týdning, at Samgongan ikki ger tey skeivu tiltøkini nú, sum vil køva tann spírandi vøksturin í búskapinum.
Hálvir sannleikar
Almenni raksturin økist við 100 mió, siga teir. Verðuleikin er, at raksturin økist við 46 mió. Hetta fyri at tryggja at røktarheimini, ið verða liðug í 2012, kunnu lata upp, at sjúklingar fáa neyðuga heilivágin, og at okkara ungdómur kann fara í skúla, heldur enn at liggja heima við hús.
Síðan harmast teir um tilfeingisgjald á 40 mió. Spurningurin er, um tað er órímiligt, at vinnan eisini skal lata sítt íkast til tað samfelag, sum gevur vinnuni rættindi ókeypis, so teir kunnu reka vinnu. Ivist ikki í at vinnan skilur rímiligheitina í hesum betri enn Fólkaflokkurin.
At 400 mió skulu takast inn í skattum og avgjøldum komandi fýra árini, er eisini bert ein hálvur sannleiki. Tí sambært karmauppskotinum er hetta neyðug tiltøk á bæði útreiðslu- og inntøkusíðu, fyri at fáa hallið burtur.
Skuldin viðførir eina rentu á 200 mió, pástanda teir. Sambært karmunum verður rentuútreiðslan hjá landskassanum í 2016 ikki 200 mió men 143 milliónir. Munurin á talinum hjá Fólkaflokkinum og rætta talinum er sostatt 57 milliónir, sum røkkur til rakstrarútreiðslur til meir enn 100 røktarheimspláss.
Nettoskuldin hjá landskassanum er í dag tað, sum svarar til umleið eina hálva álíkning hjá einari kommunu. Ein kommuna, sum skyldar eina hálva álíkning, verður vanliga mett at vera fíggjarlig sterk. Landskassin er tí fíggjarliga sterkur, men sjálvandi skulu vit halda fast um, at fáa hallið á fíggjarlógini burtur innan 2015. Hetta skal tó gerast við skilið, tí føroyingar skulu eisini búgva í Føroyum í morgin.
Skattalætti til barnafamiljur
Sum rosinan í pylsuendanum pástendur Fólkaflokkurin, at vit í Javnaðarflokkinum ikki vita ,at fólk hoykna undir í skatti og avjøldum. Munurin á okkum og teimum er, at vit ikki bert vita hetta, men eisini gera nakað ítøkiligtvið trupuleikan. Júst tí hava vit økt barnafrádráttin í karmunum við 1000 kr pr barn í 2012. Hetta kallar Fólkaflokkurin valagn. Tað má merkja, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við hesum skattalættanum til barnafamiljur.
Vandakósina eigur Fólkaflokkurin
So longi sum Fólkaflokkurin situr omaná høvuðsvinnuni, verður seinur dagur at henda fær møgleika fyri verðuligari menning.
Samanumtikið er Fólkaflokkurin á vandakós, meðan Javnaðarflokkurin vísir veg burtur úr vandakósini. Ein vegur, sum Fólkaflokkurin ikki tekur undir við.Tað er trupuleikin, ikki fyri samfelagið, men fyri Fólkaflokkin.