Føroyska samfelagið er ígjøgnum tíðirnar farið um tindar og skørð og soleiðis í djúpar dalar.
Tílíkt hendir ikki bara í okkara lítla samfelagi, men sanniliga eisini í londunum uttan um okkum. Av tí, at land okkara er lítið og at vit seinastu 100 árini bert hava havt fiskin á at líta, er tað viðkvamt, tí hava samfelagsárinini, upp- og niðurgongdartíðirnar, virka bæði skjótari og sterkari á okkum.
Krumtapurin í
samfelagnum
Hetta sá Fólkaflokkurin eitt nú í fimtiárunum, tá hann var krumtappurin í at seta á stovn hugtakið ?endurnýggjan av skipaflotanum?.
Hesi árini gjørdu, at føroyski sjómaðurin fekk møguleikarnar at fara úr slupptíðini og inn í ein nýmótans fiskiskipaflota.
Í fleiri ár høvdu vit tá sæð eitt nú norðmenn koma fram við Føroyum við nýmótans línuskipum og týskarar við sínum framkomnu hekkutrolarum, sum eisini komu í føroyskar havnir eftir føroyskum mannsskapi. Føroyskum sjómonnum sum tá, eins og í dag, vóru væl umtóktir.
At byggja á søguna er bæði rætt og gott, men einsamøll leiðir hon okkum ikki fram í oddin. - Tíðir broytast, vinnan verður umskipað, og fólk okkara gerst sjálvbjargið, bæði innan verandi fiskivinnu á sjógvi so væl sum á landi, men so sanniliga eisini á øðrum økjum.
Ung og hugsjónarrík
Okkara ungu og okkara uppvaksandi ættarlið eru opin fyri nýggjum leiðum, og eru ikki bangin fyri at taka við avbjóðingum, tað veri seg innan ídna, tænastuvinnum við KT-framtøkum og heldur ikki eru tey rædd fyri at taka við avbjóðingum innan oljuvinnuna.
Hetta hevur Fólkaflokkurin sæð, tí hevur hann lagt og leggur enntá meiri doyðin á at skapa eitt liviligt samfelag, har fólkið sum arbeiðir, vinnur pening og setur føtur undir egið borð, sleppir undan tyngjandi og kostnaðarmiklum skattum og avgjøldum serstakliga í fleiri liðum.
Gjalda skatt bert av fyrstvunnu krónuni.
At skattalætti er givin í hesum samgongutíðarskeiði, kunnu Føroyar fegnast um, samstundis sum eg vil gera vart við, at uttan Fólkaflokkin, varð eingin skattalætti.
Eg fari í hesum viðfangi at vísa á Caragata-álitið, sum kann gerast ein týdningarmikil leiðbeinari og sum Fólkaflokkurin fekk til vega, og varð lagdur Føroyafólki til skjals og nýtslu meðan Finnbogi Arge sat sum landsstýrismaður, og sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður hevur styrkt.
Soleiðis sum Fólkaflokkurin var krumtappurin í skipanini við ?endurnýggjan av skipaflotanum? í fimtiárunumn, sum gjørdi, at føroyingar fingu líkinda skip, soleiðis er Fólkaflokkurin eisini krumtappurin í samband við at geva fólkinum lættari lívsmøguleikar við einum ?klókari? og betri skattaskipan.