Fólkafloksmaður móti "sínum" egnu

TAÐ verður mangan sagt, at formaðurin í fíggjarnevndini, er ein tann mest týðandi persónurin í politisku skipan okkara, hóast hetta ikki er nakað, sum vit geva gætur dagliga. Tá uppfata vit løgmann og landsstýrismenninar, sum mest týðandi persónarnar í samfelagnum.Tá hetta er sagt mugu vit eisini gera okkum greitt, at tingumboð og landsstýrisumboð hava hvør sína uppgávu at røkja. Kortini er tað ein sannroynd, at eitt landsstýri situr, tí tað hevur ein meiriluta aftanfyri seg í tinginum. Nú er formaðurin í fíggjarnevndini ikki meirilutin í tinginum, og heldur onkur, at man skal ikki taka tað hann sigur fyri annað enn ein vanlig meining. Kortini má sigast, at úttalilsi hjá einum so týðandi politiskum leiðara í sjálvum løgmansflokkinum kunnu ikki annað enn verða tikin sum álvarsorð og sum ábendingar um, hvussu er stætt í samgonguni.

BJARNI DJURHOLM hevur fleiri ferðir verið frammi og talað ?Roma beint ímót?. Tvs. ikki sjálvum løgmanni, sum er ein av hansara egnu, men her serstakliga fíggjarmálaráðharran, sum hoyrir til samgonguna. Nú ger hann so aftur vart við seg. Í Dagblaðnum í gjár sigur formaðurin í Fíggjarnevndini, at landsstýrið hevur sovið í tímanum. ?Longu í 98 var greiði boðskapurin úr Danmark, at búskaparliga skiftistíðin fór at verða 3-5 ár. Kortini er einki gjørt til tess at tillaga føroyska búskapin til eina so stutta skiftistíð, og tí má sigast, at landsstýrið hevur sovið í tímanum?. Hetta er tað ein av leiðandi monnunum í løgmansflokkinum sigur við beinleiðis adressu til samgonguflokkin, sum eigur fíggjarmálaráðharran. Hann roknar eisini við, at tá árið er farið, verður meirnýtsla landskassans í 99 og 2000 millum 400 og 500 mill.kr. samanborið við nýtsluna í 98. Hann ivast ikki í, at neyðugt verður við álvarsligum inntrivum í búskapinum skulu vit megna eina so stutta skiftistíð, sum lagt er upp til. Tað fer at hava við sær, at livistøðið fer at lækka. Síðani leggur hann eisini eftir Tjóðveldisflokkinum fyri ikki at hava framt broytingar í almenna bygnaðinum til tess at tálma útreiðslurnar. ?Ikki eitt einasta uppskot um tillaging og rationalisering av almenna sektorinum er komið í tingið?. Hann endar við at vísa á ?at fyri summi tykjast broytingarnar í ríkisrættarligu viðurskiftunum bert at vera ein trúðarspurningur. Nú er sjón fyri søgn, at einvegis politisk dogmatisma ikki førir okkum á mál.? Tað er eingin ivi um, at tingmaðurin við orðinum ?summi? sipar til Tjóðveldisflokkin og tjóðveldisfólk. Nú mugu vit rokna við, at Bjarni Djurholm og løgmaður javnan tosa saman, og at teir sum partamenn eru samdir í tí, ið kemur út alment á slíkan hátt. Tí mugu hesi orð hansara takast sum ein verulig ávaring til Tjóðveldisflokkin og harvið sum ein útstrakt hond til andstøðuna. Kanska tað eisini er eitt fyrsta tekin til, at samgongan er ikki so intakt longur. Tað sær ikki mætari út enn, at fólkafloksmenn desperat leita eftir einum høvi til at sleppa sær av við Tjóðveldisflokkin.Trupulleikin er ansa eftir ikki at missa andlit í fullveldismálinum.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður