Fólkafloksmaður takkar fyri seg

Sjey tingfólk stilla ikki upp aftur til komandi løgtingsval

Heldur óvæntað tók Joen Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, í dag orðið á tingi, tá tingfólk, ið ikki stilla upp aftur, fingu høvi at siga nøkur seinastu orð.

Upprunaliga var ivasamt, um tingmaðurin fór at bjóða seg fram aftur á komandi løgtingsvali, aftaná at beiggi hansara, Uni Rasmussen, stillaði upp til fólkatingsval og púra óvæntað gjørdist fremstu á fólkaflokslistanum við 827 persónligum atkvøðum.

Brøðurnir høvdu frammanundan avtalað, at teir býttu valini millum sín, so at Uni Rasmussen stillaði upp til fólkatingsvalið, meðan Joen Magnus Rasmussen stillaði upp til løgtingsvalið. Men í kjalarvørrinum av góða valúrslitinum hjá Uni Rasmussen bleiv nógv tosað um avtalan mundi halda.

Tað kjakið tóktist at blíva jarðað fyri tveimum vikum síðan, tá brøðurnir fyri Sosialinum váttaðu, at avtalan helt.

Nú er støðan tó ein onnur, men í viðmerking til in.fo í kvøld ger Uni Rasmussen greitt, at hann enn ikki hevur tikið støðu til uppstilling og hevur ei heldur tosað við lokalfelagið um møguleikan.

Fyrstu ferð Joen Magnus Rasmussen tók sæti á tingi var í 2011, tá hann bleiv fastur varalimur fyri Jákup Mikkelsen. Á løgtingsvalinum í 2015 fekk Joen Magnus Rasmussen 278 persónligar atkvøður og bleiv nummar 7 á listanum hjá Fólkaflokkinum.

Fólkaflokkurin fekk einans seks tingfólk á valinum, men tingmaður úr Leirvík tók kortini fast sæti á tingi, tá Annika Olsen í 2016 segði sessin frá sær fyri at vera borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Joen Magnus Rasmussen legst aftrat teimum seks tingfólkunum, ið frammanundan hava boðað frá, at tey ikki stillað upp. Tey eru Kári P. Højgaard, Bjørn Kalsø, Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksáfoss, Helena Dam á Neystabø og Edmund Joensen.