Tað sigur ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, HUXA, sum hevur sent fjølmiðlunum sínar hugsanir um arbeiðsmarknaðarpolitikkin. HUXA ynskir optimala samspælið millum arbeiðs- og familjulív. HUXA metir tað vera ein forðing fyri eitt vaksandi og mennandi vinnulív, at ein mamma noyðist at velja annað partvíst ella heilt frá.
? Arbeiðsmarknaðurin skal geva somu fyritreytir fyri bæði kyn. Tað er eingin loyna, at tað loysir seg betri at velja ein mann framum eina kvinna við somu førleikum, tí at kvinnan er meiri óstøðug á arbeiðsmarknaðinum orsakað av barnsburðarfarloyvi, hon einsamøll hevur rættindi til. Tískil skal barnsburðarfarloyvið býtast ímillum mammu og pápa, sum tey sjálvi ynskja tað. Mamman skal ikki útihýsast frá arbeiðsmarknaðinum, tí at pápin ikki hevur somu rættindi á barnsburðarøkinum.
? Somuleiðis skal pápin hava somu rættindi og møguleikar at virka sum foreldur javnbjóðis mammuna.
Eftirløn
Tað skal málrættað arbeiðast ímóti, at allir føroyskir íbúgvar skulu gerast førir at gjalda sína egnu eftirløn. Tað almenna eigur tí at lógaráseta eitt minsta eftirlønargjald.
Tað almenna skal sostatt bert veita eina eftirlønatrygging til teir íbúgvar, ið ikki megna at gjalda hana sjálvir orsakað av skerdum arbeiðsførleika, breki el.líkn.
Tørvur er á øllum
HUXA metir, at tað skal miðjast ímóti, at allir føroyingar skulu út á arbeiðsmarknaðin. Tiltøk skulu setast í verk fyri at skapa betri arbeiðs- og inntøkumøguleikar fyri fólk við skerdum arbeiðsførleika. Almennir stovnar yvir eina ávísa stødd skulu seta eitt ávíst tal av starvsfólkum við skerdum førleika í starv.
Lógin um almannapensjónir skal broytast, so at fólka- og fyritíðarpensjónistar kunnu fáa meiri burtur úr lønarvinnu. Hetta verður gjørt við at hækka upphæddina, sum loyvt er at forvinna skattafrítt oman á eftirlønina. Eisini skal mótrokningin í pensjónini av aðrari inntøku strikast - tað skal altíð loysa seg at arbeiða!
Kvinnukvotur burtur
HUXA er ímóti kvinnukvotum. Tað er diskriminerandi ímóti kvinnum at meta tær vera ein veikur samfelagsbólkur, ið hevur brúk fyri almennari hjálp at koma upp eftir rangstiganum. Almennar nevndir, ráð o.a. skulu mannast av fólkum, ið eru vald eftir førleika og ikki eftir kyni. Ein fyritøka eigur at hava rættindi til sjálv at meta, hvat starvsfólk er best egnað. Vit halda, at kvinnur eiga at hava rættindi at vísa teirra virði undir somu korum sum menn.
Tí mæla vit til:
? Grein átta í javnstøðulógini skal strikast