Fólkaheilsurenning
Fólkaheilsurenningin
Fólkaheilsurenningin byrjar uttanfyri Badmintonhøllina við stadionøkið í Gundadali. Túrurin er væl merktur allan vegin.
Luttakararnir verða býttir í tríggjar bólkar: børn (fødd 1992 og yngri), vaksin (fødd 1991 til 1960) og veteranar (føddir 1959 og eldri).
Børnini renna 2 kilometrar, vaksin og veteranar kunnu velja 2 ella 5 kilometrar.
Fólkaheilsurenningin byrjar klokkan 15, og byrjanarnummar fæst ðí Badmintonhøllini 2 tímar undan renningini. Børn og vaksin gjalda 20 kr. fyri at vera við og peningurin verður goldin, tá byrjanarnummarið verður avheintað.
Vinnararnir fáa heiðursmerki, lutakast verður um ymiskar vinningar og allir luttakarar fáa frukt og okkurt leskiligt at drekka. Harumframt fáa tey luttakandi eina t-shirt við prenti á til minnis um dagin.
Undir renningini skipa Fyribyrgingarráðið, Hjartafelagið og ymisk áhugafeløg fyri tiltøkum, har tað ber til at fáa upplýsing og ráðgeving um heilsuna.
Renna ella ganga
Fyri fólk, sum ikki eru von at renna ella íðka annan ítrótt, tykjast 5 kilometrar kanska sum ein ov stórur biti at gloypa og tískil ber eisini til at velja 2 kilometrar, so ongin grund er at halda seg aftur. Endamálið við fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum, bæði yngri og eldri, eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg. Og tað stendur sjálvsagt púrasta til tey luttakandi, um tey vilja renna ella ganga teinin. Mest umráðandi er at vera við.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á www.athletics.fo, á Kunningardiskinum á flogvøllinum og á kunningarstovunum kring landið. Freistin fyri at melda seg til fólkaheilsurenningina er hóskvøldið 8. september.
Rør teg fyri vælveru
Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Í Føroyum, sum í øðrum londum í Vesturheiminum, økjast tilburðirnir av sjúkum, sum standast av liviháttinum. Hesar sjúkur stytta um lívsævina og minka harumframt munandi um góðskuna á liviumstøðunum yvirhøvur. Tí er tað umráðandi, at arbeiðið fyri eini góðari fólkaheilsu verður raðfest ovarlaga.