Klaksvíkspresturin, Niels Pauli Danielsen, undrast yvir, at bispur í Sosialinum segði seg vera tøkan sum sálarhirða hjá prestum.
Eg haldi tað vera løgið, at prestarnir ikki kunnu fáa telefonnummari hjá bispi, so teir kunnu koma í samband við hann altíð. Sálarhirði ert tú alt samdøgrið, men einasta nummarið, vit hava fingið, er nummarið á bispaskrivstovuni, sum er opin 5 tímar um dagin, sigur hann.
Virðir ikki trúgv og samvitsku
Í sambandi við viðtaluna, Sosialurin hevði við bisp í gjár, sigur Niels Pauli Danielsen, at orrustan í kirkjuni hevur aðrar orsøkir, enn tær, ið bispur ger vart við. Stríðið í Fólkakirkjuni, sum hann sigur seg vera eins harman um sum bispur, snýr seg sambært Niels Paula als ikki um kvinnuligar og uppafturgiftar prestar.
Eg eri sum kunnugt ikki ímóti kvinnuligum prestum, og eg gifti uppaftur, men kortini eri eg ímóti, at bispur vil taka fuglafjarðarprest og aðrar av ræði í tí prestadømi, teir hava ábyrgdina av, leggur klaksvíksprestur dent á.
Niels Pauli heldur, at trupulleikin er, at kirkjuliga yvirvaldið ferð eftir ferð, ikki virðir trúgv og samvitsku teirra presta, sum hava ta gomlu hugsanina hjá kirkjuni, ið teir við lóg hava rætt at hava.
Halt uppat at provokera
Vit munnu finna ein hátt at liva saman í kirkjuni; bæði teir, sum eru ímóti, og tey, sum eru fyri kvinnuligum prestum. Mítt uppskot í hesum sambandi er, at bispur heldur uppat at provokera fuglafjarðarprest?
Tað er jú púra greitt, at hvørki presturin, ella kirkjuráðið á staðnum vildu hava kvinnuligan prest at prædika í Fuglafirði, ímóti viljanum hjá sóknarprestinum. Hetta er ein læru- og samvitskuspurningur, og vit munnu fyrst og fremst góðtaka samvitskufrælsi í fólkakirkjuni, sigur Niels Pauli, sum heldur fuglafjarðarprest verða bíbliukønasta prest í landinum.
Hin almenna linjan hjá kirkjuni er, at kvinnuligir og uppafturgiftir prestar sleppa at prædika og virka, og somuleiðis, at ongin kann verða noyddur at gifta uppaftur, ella verða noyddur at góðtaka kvinnuligar prestar; hetta er ásett við lóg, ger Niels Pauli vart við. Hann heldur, at provokatiónin kemur frá tí, ella teimum, sum leggja seg út í viðurskiftini í ymsku prestagjøldunum.
Kirkjan í tvíningar
Niels Pauli væntar, at um fuglafjarðarprestur o.a. ikki fáa viðhald í klaguni, um at sóknarpresturin hevur ábyrgd av læru og deknaguðstænastu, so fer Olofson úr starvi, fólkakirkjan skrædnar og ein luthersk fríkirkja gerst veruleiki.
Tíverri eru eg, og nógvir við mær, bangnir fyri, at kirkjan fer í tvíningar, og eg ivist ikki í, at tað vera aðrir prestar, enn Peter O.K. Olofson, sum fara uppí eina nýggja lutherska fríkirkju, sigur Niels Pauli, sum ikki vil siga, hvørja støðu hann hevur í tí málinum.