Hóast reaktiónin ikki var stór, høvdu landsstýrismaðurin og landsfelagið hjá pensionistunum nakað at siga, men tá formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum er undantikin, var so eiðasørt, at nakar av flokkunum latst um vón. Tá ið tú nertir við eitt so viðbrekið mál, sum fólkapensiónina, er altíð vandi fyri at tú vakir onkran, tú ikki ætlaði, og soleiðis var eisini hesu ferð.
Sjálvstýrisformaðurin kom við síni ætlan, um hvussu vandamálið við fólkapensiónini skuldi loysast. Hann vildi hava at pensiónin skuldi javnast út, soleiðis at takast skal frá teimum ríku pensionistunum og givið teimum fátøku. Her má eg siga sjálvstýrisformanninum, at tað eru eingir ríkir fólkapensionistar, tá kvotafólkið er undantikið sjálvandi.
Hví ikki heldur virka fyri at tann parturin av fíggjarlógini, ið er avsettur til pensiónir gerst størri enn hann er. Inntøkurnar hjá landskassanum skulu verða býttar øðrvísi, soleiðis at tikið verður burturav øðrum økjum, eitt nú av prestiguprojektum og studningum til heilar og hálvar millionerar. Umframt at pensionistarnir vera við í býtinum av upphæddini, sum verður settur av til lønarhækkingar. Tað eru hóast alt vit, ið hava bygt hetta samfelagið.
Verður grundupphæddin hjá pensionistunum hækkað við 1000 krónum um mánaðin, vilja meirútreiðslurnar hjá landskassanum til pensiónir verða einar 70 milliónir árliga. Hetta siga landsstýrið og tingið seg ikki hava ráð til, samstundis sum talað verður um at gera tunnlar fyri milliardir. Alt gott um tunnlar og stásiligar ferjur, men tá vit nú hesi seinastu árini hava brúkt milliardir til samferðslukervið, eiga onnur øki tørn. Ikki minst eiga pensiónurnar at verða reguleraðar, og gift pør javnstillað við ikki gift pør. Samlaðu útreiðslur landskassans til tær her nevndi reguleringar av fólkapensiónini eru minni enn útreiðslurnar við yvirtøkuna av serforsorgini.
Framtíðarútlitini siga, at tað verða fleiri pensionistar og færri í arbeiðsførum aldri at gjalda pensiónina. Heldur enn at hava ætlanir um at taka frá ávísum pensionistum, átti sjálvstýrisformaðurin og hinir politikaranir at virka fyri eini nýggjari pensiónsskipan, sum er grundað á uppsparing hjá tí einstaka. Tað hevði lætt um hjá landskassanum, og ikki minst framt eina uppsparing, sum samfelagið hevur so harðliga fyri neyðni. Men tað fer at taka eitt mannaminni áðrenn ein tílík skipan fer at virka, tí er umráðandi sum skjótast at farið verður undir at gera eina nýggja skipan, har hvør einstakur sparir upp til sína pensión. Til tað tíð mugu vit halda okkum til fólkapensiónsskipanina og útbyggja hana.