Fólkapensjónin

Fólkapensiónin í Føroyum er lægri enn í Danmark, og hetta líkist ongum.

 

Hetta hevur einki við tað at gera, at Føroyar eru fátækari enn Danmark. Tað eru vit ikki. Heldur ikki er orsøkin, at tey sum eru í góðum árum, eru lutfalsligari færri enn í Danmark. Í so máta er tað øvut, tí meðan tað eftir øllum at døma koma at verða so nógv gomul í Danmark, at tað har verður talað um eina "eldrabumbu", sum fer at hava við sær, at samfelagið skjótt fer at hokna undir byrðuni av teimum gomlu, so hava vit her eitt lutfalsliga ungt samfelag, og hava vit tí nógv betri ráð til at gjalda til okkara gomlu enn danir hava.

Men orsøkin til at vit hava eina lægri fólkapensión enn í Danmark er púra einføld.

Teir politikarar, sum hava havt valdið í Føroyum, hava ikki prioriterað nóg høgt at geva borgarunum góð elliár.

Nú verður sjálvandi lagt eftir tí sitandi landsstýrinum, tí tað ikki hevur gjørt nóg nógv, men orsøkin er djypri enn so.

Føroyingar hava í alt ov stóran mun valt flokkar, sum ikki leggja nóg stóran dent á sosiala trygd, og teir flokkar, sum gera tað, hava ikki í nóg stóran mun viljað arbeitt saman.

Vit skulu minnast til, at Tjóðveldisflokkurin kom í lag av tí, at Javnaðarflokkurin í 1946 ekskluderaði Jákup í Jákupsstovu, tí hann helt, at hann sum demokratur ikki kundi annað enn vera fólksins vilja lýðin og seta ta loysing í verk, sum samtykt var á fólkaatkvøðuni tann 14. september hetta ár.

Hann var framvegis javnaðarmaður, men helt, at tað var tørvur á einum javnaðarflokki, sum dámdi betri demokrati enn danska imperialismu.

Tjóðveldisflokkurin gongur tí inn fyri, at vit skulu gerast eitt sjálvstøðugt ríki, men at tað ikki skulu vera nøkur fá, sum skulu leggja alt ríkidømi landsins inn undir seg.

Um tað síðsta átti tað at verið lætt at samstarva við hin vinstraflokkin, men hvørja ferð, ið møguleiki hevur verið fyri hesum, hevur Javnaðarflokkurin prioriterað fram um alt annað, at vit skulu vraka úrslitið av tí demokratisku fólkaatkvøðuni í 1946. Tí hevur vinstravongurin í Føroyum aldrin staðið saman. Tá hevur ligið væl fyri hjá teimum, sum halda, at nøkur fá skulu hava alt! Tey hava nýtt sína styrki til at lagt tær tyngstu byrðirnar á tey veiku, og teir hava sæð til, at hesi hava fingið sum minst burtur av samfelagsins rikidømi.

Í spurninginum um fólkapensión eru so tvinnir møguleikar hjá okkum.

Annar er at halda fram sum nú. Hetta gevur vánalig útlit fyri fólkapensión. Tá danir fara at minka um sína fólkapensión, slepst ikki undan, at okkara eisini fer at minka.

Hin møguleikin er at vit ikki eru heft at dønum og tí ikki fara til botns við teimum. Sum sjálvstøðugt ríki koma vit at hava lutfalsliga nógv at gjalda teimum gomlu og veiku, og tí fara vit at hava ráð til at hava eina hægri fólkapensión enn tann, sum danir fáa.

Av tí at vit vita, at hetta kemur at vera gongdin, dugi eg ikki at síggja nakað forgjørt í, at vit sum skjótast seta fólkapensiónina upp um tað, sum hon er í Danmark.

Móttøk

Hetta dragandi, lokkandi gandakenda orðið, sum sæst í bløðunum við jøvnum millumbilum. Hetta orðið, sum knappliga fær so ómetaliga stóran týdning. "Móttøka verður millum 15.00 og 17.00 fyri samstarvsfeløgum, viðskiftafólki, vinum og øðrum". Inni á elektroniska kalendaranum stendur gandorðið og blunkar. Gott at verða mintur á eitt so álvarsligt mál. So snildisliga er skipað fyri, at kalendarin aftur og aftur sigur" Minst til móttøku í dag". Snilt, Snilt. Dugi ikki at ímynda mær, at bíðað verður so leingi, so kalendarin av sínum eintingum skiftir boðskap: "Tú mundi gloymt móttøkuna". Ikki, tá tað snýr seg um gandaorðið. Hugsi eina løtu um, hvørji tey eru, sum koma undir hesa so vælsignaðu kategori og so trúliga møta, tá kalendarin kallar.

Besti Armani ella Boss klædningurin verður kekkaður kvøldið fyri. Hondseymaðu Gucci skógvarnir verða pussaðir, og skjúrtan er nýstrokin og so broyskin sum eitt nýbakað rundstykki frá Frants, so har er eingin trupulleiki. Slipsið verður valt við nógvum umhugsni - fleiri verða tikin fram og løgd á bringuna, áðrenn tað sera týðandi slipsastigið verður tikið. Jú, tað bleiv tað gull/bláa ríputa silkislipsið frá Cardin hesaferð. Umráðandi er ikki at møta í sama slipsi sum til seinastu móttøku. Og ikki at gloyma Calvin Klein boksarashortsini. Jú, tey eru eisini nýstrokin! Alt er sum tað eigur at vera.

Stóð og eygleiddi eitt slíkt tiltak nú ein dagin. Átti kanska at verið farin inn sjálv - eg var eisini eitt slag av samstarvsfelaga, og mín sann, um eg ikki eisini var fyrrverandi granni og skyldfólk hjá ánaranum. Kriteriini vóru so avgjørt í lagi, men hinvegin, so helt eg ikki, at mínir sóljugulu Viking gummistivlar (teir til gott) og fjøsuta, dálkaða joggingsettið, eg var í henda fríggjadagin, hevði ordiliga gjørt seg millum allar hasar øgiliga fínu og hugfarsligu garparnar, sum tyrptust heilt út í tún. Nei, nei. Tað fór aldri at ganga.

Grundaði eisini djúpt um, hvar konurnar og børnini hjá øllum hesum álvarsligu, skundmiklu yvirfrakkakløddu monnunum vóru. Kom heilt skjótt til eina logiska niðurstøðu. Tær vóru sjálvandi í SMS, eftir at tær høvdu heintað tey smáu í vøggustovum/barnagørðum/skúlum! Fríggjadagur var, (hvussu ber tað til, at móttøkur altíð eru fríggjadagar?) og hvat var meira praktiskt, enn at gera alt um eina leið? Konan fór til handils at gera tað heilt stóra fríggjadagsinnkeypið við børnunum, og garpurin, ja, hann fór til móttøku.

Ein lítlan tíma aftaná hava tey hitst aftur á parkeringsøkinum. At øll hillin við Smarties fór út eftir gólvinum, og at dreingirnir skutu til máls við víndrúum, so eitt heilt víndrúutyssi endaði á høvdinum á einari eldri konu, og at tann 5 ára gamla dótturin ikki vildi sleppa einari eskju við MARS og til seinast setti seg á eskjuna, tað eru jú bara slíkt, ið kann henda, tá ein er til handils. Einki at tosa um. Tað hendir alla tíðina. Á ja. Í næstu viku er kanska aftur ein móttøka. Livst so spyrst. Vit síggast! (til móttøku).