POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tá løgtingið kemur saman í morgin kl 13:30, verður fyrsta viðgerð av uppskoti frá Miðflokkinum um áseting og javning av almannaveitingum til viðgerðar.
Miðflokkurin skjýtur upp, at fólkapensjónin verður hækkað yvir eitt fýra ára skeið soleiðis, at stakir pensjónistar frá at fáa góðar 50.000 kr um árið í fólkapensjón, fáa góðar 100.000 kr um árið, meðan hjún frá at fáa slakar 40.000 kr í 2009 fara at fáa slakar 83.000 kr.
Jenis av Rana sigur í viðmerkingunum, at búskaparvøksturin seinnu árini hevur ført til hækkandi livistøði hjá flestu føoyingum, meðan tey, sum einans hava fólkapensjónina at líta á, ikki í sama mun hava fingið lut í betraða livistøðinum. Hann vísir eisini á hækkandi oljuprísir, eitt tyngjandi oljuavgjald, øktar eykaskattir so sum vegskatt og kringsvarpsgjald alt er við til at tyngja um húsarhaldið hjá pensjónistunum.
- Og hóast skattalættar eru veittir ávísum samfelagsbólkum, koma hesir ikki fólkapensjónistunum við ongari hjáinntøku til gagns heldur eru dømi um, at skattalættarnir økja um eftirspurningin og harvið hækka prísirnar, sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana heldur fólkapensjónina vera so lága, at tað er ósømiligt at bjóða pensjónistunum hana fólki, sum gjøgnum eitt langt arbeiðslív hava lyft samfelagið upp á núverandi støði. Hann sigur eisini, at hóast landsstýrissamgongan hevur lovað batar, so er alt ov lítil ferð á batunum.
- Við verandi lønarhækkingum og øðrum framstigum rennur samfelagið skjótari enn fólkapensjónin megnar at fylgja við, sigur Jenis av Rana.
---------
Jensi av Rana heldur, at samfelagið við verandi lønarhækkngum rennir skjótari enn fólkapensjónin megnar at fylgja við