Tá vit hóskvøldið høvdu orðið á Óla Holm, formann í FSF, hevði hann ikki hoyrt meira enn nakað av gramli um, at okkurt mótvalevni kanska fór at koma undan kavi komandi vikuna. Óli hevur verið formaður í FSF í tvey ár, og hann hevur boðað frá, at hann er sinnaður at taka við afturvali.
Spurdur um viðmerking til støðuna, har formenn eru uppringdir við áheitan um stuðul til annað valevni, sigur Óli, at tað hvørki fær hann gjørt nakað við ella vil hann gera nakað við.
- FSF er jú ein demokratiskur felagsskapur. Tí stendur tað feløgunum frítt at skjóta upp tey formansvalevni, sum tey vilja hava at velja ímillum. Og tað stendur teimum sjálvandi eisini frítt at velja millum valevnini á aðalfundinum.
Men hevði tað sum hjá tær sum formanni ikki verið hugaligari, um einki mótvalevni var á aðalfundinum.
- Fyri ein felagsskap er tað sjálvandi altíð best við arbeiðsfriði og støðugum viðurskiftum sum heild. Men eitt demokrati er nú soleiðis samansett, at fleiri evni kunnu skjótast upp. Tað er jú millum annað júst hetta, sum er ein partur av grundarlagnum undir FSF, sigur Óli Holm at enda.