Í eina tíð hevur verið arbeitt við at leggja tær tríggjar tænastueindirnar hjá fólkaskúlanum, Skúlabókagrunnin, Landsmiðstøðina og KT-depilin, saman.
- Nú arbeiða vit við at finna høli til samanlagda stovnin, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við skúlamálum, við Skúlablaðið.
Í áliti, sum stovnarnir hava skrivað, mæla teir til at leggja stovnarnar saman og at seta ein stjóra og tvær deildarleiðslur fyri samanlagda stovnin.
Men tað er ikki greitt enn, um nýggi stovnurin skal hava tvær ella tríggjar deildarleiðslur, umframt stjóran. Sambært landsstýriskvinnuni verður hetta upp til nýggja stjóran at gera av saman við myndugleikunum, tí, sum hon sigur, um alt er givið frammanundan, er ikki vist, at samanleggingin eydnast so væl.
Føroya Skúlabókagrunnur, Landsmiðstøðin og KT-depilin eru stovnar, sum veita tænastur til føroyska skúlaverkið.