Tað er Bjørn Brandenborg úr Javnaðarflokkinum.
Tað skrivar hann á Facebook:
– Eg eri staðfestur positivur við koronu. Mikumorgunin kendi eg mild sjúkueyðkenni – snoraði eitt sindur og hostaði. Eg tók ongar kjansir, so eg fór heim og arbeiddi heimanífrá. Í dag havi eg finigð svar upp á kanningina, og hon var positiv, skrivar Bjørn Brandenborg.
Bjørn Brandenborg hevur føroysk ættarbond, tí omma hansara er av Trøllanesi.
Tá Fólkatingið verður sett týsdagin verður hann ikki í tingsalinum, skrivar hann.
– Nú fari eg at sløkkja telefonina, leggja meg undir dýnuna, og so havi eg ikki fleiri viðmerkingar. Ansið nú hvør øðrum, vit síggjast hinumegin, skrivar Bjørn Brandenborg á Facebook.
Sambært Flemming Møller Mortensen, formanni Javnaðarfloksins á Fólkatingi, hava tey havt fundir saman við Bjørn Brandenborg, men tey hava hildið frástøðu og reinføri, og eingin teirra hevur havt sjúkueyðkenni.
##med2##
Bjørn Brandenborg varð valdur í Fólkatingið fyrstu ferð á seinasta fólkatingsvali.
Og tað var júst fyri einum ári síðani – undir orðaskiftinum um setanarrøðuna hjá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú tann 4. oktober, at Sjúrður Skaale fekk allan fólkatingssalin at flenna í kýki, tá hann greiddi frá søgnini um Gyðju og trøllini á Trøllanesi – og kundi fortelja Fólkatinginum, at Trøllanes er best umboðaða bygd ella býur á Fólkatingi, tí fólkatingsmenn eru úr øðrum hvørjum húsi á Trøllanesi. Omma Sjúrð er úr einum húsi, og omma Bjørn Brandenborg úr øðrum húsi – og á Trøllanesi eru fýra hús.
Røðan hjá Sjúrði sæst í filmsbrotinum niðanfyri:
##med3##