Semja
?Hevði tað ikki verið fyri tann ovurhonds stóra stuðulin, vit hava fingið, høvdu vit aldrin komið so frægt ígjøgnum verkfallið, sum vit komu.
Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at verkafólk kring landið, hava verið heilt fantastisk at stuðla verkfallinum.
?Tað hevur ikki verið nakar slingur í valsinum. Heilt norðast úr Norðoyggjum, til Sumbiar hava vit fingið fullan stuðul, og tað ger sjálvsagt, at tað er lættari at koma ígjøgnum.
Hon sigur, at allastaðni úr landinum eru fólk komin inn á meginøkið at standa verkfalsvaktir, eisini úr Suðuroynni. Samstundis hava eldri limir stákast innandura, har tey smurdu breyð, bakaðu og kókaðu drekka og annars fingist við fyrifallandi arbeiði.
?Høvdu øll hesi fólkini ikki tikið so væl undir við verkfallinum, hevði ikki so frægt komið burturúr, sum tað kom. Tað ger, at vit føla okkum sterk.
Annars sigur Ingeborg Vinther, at hon er so von við, at tað leikar hart á, og at ágangurin er stórur í eini verkfalsstøðu, at tað rínur ikki við longur.
?Sjálvandi leikaði hart á viðhvørt, men eg haldi, at vit høvdu tamarhald á støðuni alla tíðina.
Valdu at taka stríðið
Hon sigur, at tey valdu at tak hetta stríðið fyri at varðveita tey demokratisku rættindini, sum feløgini hava.
? Arbeiðsgevararnir hava ikki viljað samráðst út frá teimum krøvum, vit høvdu sett, men tað vóru teir so noyddir til at enda.
Annars hevur Ingeborg Vinther als ongar viðmerkingar til, at sáttmálin hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, aftur nú er øðrvísi enn sáttmálin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.
? Eg kann bara siga, at vit hava barst sjálvi fyri hvørjum komma í okkara sáttmála og tað hava vit tað gott við, sigur Ingeborg Vinther.