Eirikur Lindenskov
? Høvuðsmunurin millum uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um sjálvstýri og uppskotið hjá samgonguni um fullveldi er, at Javnaðarflokkurin ætlar venda raðfylgjuni við. Vit ætla at greiða øll viðurskifti áðrenn vit møguliga taka fult sjálvstýri.
Hetta sigur Bergur P. Dam, sum er ein teirra, sum í arbeiðsbólki hevur tilevnað uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, sum nú verður borið í hvørt hús í landinum.
? Vit vilja tryggja okkum, at vit eru før fyri at reka samfelagið áðrenn vit fáa fulla ábyrgd. Samstundis seta vit okkum sum politiskt mál, at vit skulu yvirtaka so hvørt vit megna tað, sigur Bergur P. Dam.
Hann greiðir frá, at Javnaðarflokkurin ætlar at gera ein sáttmála millum Føroyar og Danmark, sum gevur okkum allar heimildir til at yvirtaka, tá vit halda, at tíðin er búgvin til tess.
? Samgongan ætlar at yvirtaka alt beinanvegin á pappírinum og síðan lata ávís øki aftur til Danmarkar at verða umsitin. Tí siga vit, at Javnaðarflokkurin vil sjálvstýri uttan loysing, meðan samgongan vil loysing uttan sjálvstýri, sigur Bergur P. Dam.
Sáttmáli millum sjálvstøðug lond
? Høgni Hoydal hevur ført fram, at uppskotið hjá tykkum bara er heimastýrislógin umaftur. Er tað ikki nakað um tað?
? Nei, tað er tað ikki. Fyrst og fremst er tað tann grundleggjandi munurin, at vit skulu gera ein sáttmála millum Føroyar og Danmark - sum tvey sjálvstøðug lond í ríkisfelagsskapi! Harafturat skulu ongar avmarkingar verða av nøkrum slag, og ongar samráðingar skulu verða, tá yvirtøkurnar skulu fremjast, sigur Bergur P. Dam, sum tí afturvísir pástandinum um, at her skal vera talan um heimastýrislógina einaferð afturat.
Spæla hazard
við vælferðini
Í uppskotinum ger Javnaðarflokkurin eisini støðuna viðvíkjandi ríkisveitingini greiða. Hann sigur, at ríkisveitingin skal minka í tráð við vøksturin í tjóðarbúskapinum.
? Okkara grundleggjandi sjónarmið er, at fólkið skal vera frælst - og skal kunna menna seg frælst. Javnaðarflokkurin vil, at øll samfelagslig menning í Føroyum hevur til endamáls at skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsroganin fyri felags áhugamálum og vælferð fólksins er í hásæti.
? At seta ávíst dato fyri, nær blokkurin skal takast av er at spæla hazard við vælferðini hjá føroyingum, heldur Bergur P. Dam. Hann ásannar eisini, at ríkisveitingarnar hava verið ein týðandi partur av menningini og styrkjanini av føroyska samfelagnum.
? Hugsa vit um samferðsluna, um heilsuverkið, um almannaverkið og fyri ein stóran part eisini um vinnulívið, sum við 60-milliónagrunninum varð stuðla, eins og um Egnsudviklingsfonden, so heva ríkisveitingarnar í stóran mun ment samfelagið til at klára seg sjálvt. Samfelagið er vorðið sterkari í hesi tíðini.?
? Tað er eisini tað, sum var endamálið við heimastýrisskipanini. Men nú eru vit komin har til, at veitingin kann minkast, men hetta skal gerast við vøkstri í føroyska búskapinum, so tað ikki gongur út yvir vælferðina hjá fólki, sigur Bergur P. Dam úr Javnaðarflokkinum. Hann vísir á, at tí ber ikki til at áseta ein ávísan dag, har blokkstuðulin skal verða burtur.
? Vit halda ikki, at vit skulu fíggja føroyskt sjálvstýri við skerjingum í samfelagnum, eins og samgongan ger.
? Samgongan hevur avvíst at bøta um sjúkradagpeningaskipanina hjá tímaløntum. Hon hevur avvíst at taka av skipanina við karensdøguim. Hon hevur avvíst at hækka fólkapensjónina. Teir hava avvíst hetta við beinleiðis at vísa til, at hetta fer at vera við til at taka grundarlagið undan fullveldispolitikkinum.
Allars samgongu skulu kunna ávirka
? Tá tit framvegis vilja varðveita ríkisfelagsskapin - er tað so ikki tí, at ríkisfelagsskapurin er ein góður koddi?
? Hatta er eitt argument vit javnan hoyra. Hatta er sum við teoriinin hjá Freedman, at vit sleppa av við arbeiðsloysi bara vit avtaka arbeiðsloysisstuðulin. Hatta er bara ikki so, sigur Bergur P. Dam
? Vit vita, at hatta ikki passar. Og vit vita eisini, at eingin automatikkur er í tí, at ríkisstuðulin forðar menningini her á landi. Um so var, so var samfelagið ikki ment til tað, sum tað er í dag, vísir Bergur P. Dam á.
? Vit hava upplivað, at ríkisveitingin minkaði í mun til tjóðarinntøkuna. Men so vaks hon aftur í kreppuni, vísir Bergur P. Dam á. At enda heldur Bergur P. Dam, at tær samgongur, sum í framtíðini koma at mynda landsins leiðslu, skulu hava møguleika at stýra, hvussu skjótt ríkisveitingin skal minka.
? Hetta bæði politiskt og eftir búskaparligum fortreytunum. Tí er tað ikki rætt at áseta ávíst áramál - hetta skal verða ein støðug gongd, heldur Bergur P. Dam, sum endar við at siga:
? Trúgva vit ikki upp á, at hetta er møguligt - so ber als ikki til at trúgva uppá, at ein búskaparligur vøkstur kemur - bara vit slíta frá Danmark.