Følsk føroysk politivangamynd á Facebook

Í gjár bleiv staðfest, at ein følsk vangamynd er gjørd á Facebook. Vangamyndin eitur Politi Tórshavn.

Men hon hevur onki við politiið at gera, og politiið hevur tí tikið stig til at fáa vangamyndina stongda.

Hvør hevur gjørt henda følsku vangamyndina, hevur politiið ongan kunnleika til.

Jón Klein Olsen frá politinum sigur við Portalin, at falska vangamyndin varð staðfest í gjár, og farið varð undir at fáa hana slettaða beinanvegin, so fólk ikki halda, at tey tann vegin kunnu fáa samband við politiið. At fáa slettað eina vangamynd á Facebook er ikki "bara-bara", og falska vangamyndin er tí framvegis aktiv, men hon er altso følsk, og fólk skulu tí ikki brúka hana, sigur Jón Klein Olsen.

Falskar vangamyndir eru ein stórur trupulleiki á Facebook. Tær flestu uppgerðirnar vísa, at nærum 9 prosent av øllum vangamyndum eru antin falskar ella dupultar. Nógv fólk hava fleiri vangamyndir, og sambært BBC er hesin partur 4,8 % av øllum vangamyndunum á Facebook. 2,4 % av vangamyndunum eru feilskrásettar, meðan 1,5 % eru tað, sum verður rópt "óynsktar".