- Tað verður ein katastrofa, um útlendingar skulu burtur úr vinnulívinum. Hanus Hansen er avgjørdur í spurninginum um útlendska kapitalin í fiskivinnuni.
Vinnulívsmaðurin heldur tað vera absurd at tosa um eigaraskap fyri seg, og fígging fyri seg. Nakað sum annars ferð eftir ferð var ført fram á fiskivinnupolitiska kjakfundinum, sum var hildin í skúlanum við Ósánna, nú Torradagar eru í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara.
- Tingini hanga saman. Tú kann ikki tosa um eigaraskap sum eitt, og fígging sum nakað annað. So svartur og hvítur er heimurin ikki. Sigur tú null eigaraskap í fiskivinnuni, so verða sambondini flutt yvir á fíggingina, og føroyskir politikarar sleppa also ongantíð inn í ein útlendskan banka, sigur Hanus Hansen.
Hanus Hansen er virkin í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi, hann hevur tætt samstarv við hollendingar og hevur eisini virksemi í Grønlandi. Tilsamans hevur hann eini 700 fólk í arbeiði og selir fyri 1,3 milliard krónur um árið.
- Latum okkum taka sum dømi, at útlendingar ikki longur sleppa at eiga í fiskivinnuni. Tað sum tá hendir er væl, at partarnir fara inn í ein útlendskan banka og gera eina lánsavtalu, har man skrúvar eitt sindur uppá rentuna. So fær útlendski íleggjarin sínar pengar tann vegin, um tað er tað, sum er málið, sigur Hanus Hansen.
Hann er fortørnaður inn á retorikkin um útlendingar í fiskivinnuni. Heldur at orðaskiftið er farið av sporinum:
- Tí mást tú eisini siga null útlendsk fígging, um tú sigur null útlendskur eigaraskapur. Hitt er fjas, sigur Hanus Hansen og gevur greitt til kennar, at hetta er ikki hansara leistur fyri framtíðar fiskivinnu í Føroyum.
- Útlendingar koma sjálvandi hendavegin fyri at tjena pengar. Men teir koma eisini hendavegin fyri at taka kjansir og skapa nakað. Og við sær hava teir eisini vitan. Tað mugu vit also sum samfelag duga at síggja, sigur Hanus Hansen og peikar á sítt egna virksemi:
- Fyri okkum hevur útlendski kapitalurin skapt møguleikar, sum annars ikki vóru har. Røkke kom hendavegin, tí hann trúði uppá Næraberg-projektið. Hann fíggjaði undirskotið og tað kostaði honum kanska einar 300 milliónir krónur, tá avtornaði. Men sum samfelag fingu vit nógv burturúr og framvegis livir verkætlanin við útlendskum pengum í rygginum. Hollendingar settu pengar í virkið í Kollafirði, tá eingin annar trúði uppá tað. Teir hava brúkt 100 milliónir uppá virkið, og í dag síggja vit úrslitið, sigur Hanus Hansen.
Vinnulívsmaðurin vísir á, at eisini hjá øðrum av stóru aktørunum í vinnuni hevur útlendski kapitalurin havt avgerandi leiklut.
- Normenn bóru triðingin av íløguni, tá nýggi Christian í Grótinum kom í 1997. Og tá Krúnborg kom til landið, áttu útlendingar eisini sín stóra leiklut har. Hesi skip, saman við Næraberg, vóru við til at fiska okkum stór rættindi av svartkjafti, soleiðis at Føroyar tá avtornaði fingu fjórðingin av samlaðu svartkjaftakvotuni. Seinni hava Vinnan í Gøtu og Framherji í Fuglafirði, saman við íslendska Samherja, keypt rovini eftir Faroe Seafood og fingið gongd aftur á virksemið har. Hetta eru alt dømi um útlendskan kapital, sum saman við føroyskum kapitali hevur skapað stór virði fyri okkara samfelag, sigur Hanus Hansen.
Vinnulívsmaðurin hevur hug at ilskast inn á vingluta politikkin um útlendingar í føroyskum vinnulívi.
- Tað ber snøgt sagt ikki til at liggja á knøunum fyri útlendingum, tá tað gongur illa, fyri síðani at hirða teir á dyr, tá tað gongur væl. Hetta er beinleiðis pínligt fyri okkum sum samfelag, sigur Hanus Hansen.
Bankin bindur
Vinnulívsmaðurin úr Klaksvík heldur tað vera fjas at tosa um eigaraskap og fígging sum tvey heilt ymisk ting í føroyskari fiskivinnu. Formliga kanska, men í praksis er tað utopi.
- Øll fiskiskip, sum hava lán, eru so ella so bundin av sínum fíggingarstovni. Eingin reiðari sleppur at selja nakað fiskiloyvi undan sínum skipi, til tað eru bindingarnar til bankan alt ov stórar, sigur Hanus Hansen.
Hansara uppáhald er tí, at sjálvt um eigaraskapurin á pappírinum gerst 100 prosent føroyskur, so vil stýringin framhaldandi liggja hjá tí, sum fíggjar. Hanus Hansen fer í lokalu søgubøkurnar eftir einum dømi:
- Vit minnast væl, tá Kjølbro í 1992 fór á heysin, alt sum tað var. Sundaberg og Skálaberg blivu keyptir burturúr, partapeningurin var hálvonnur millión, meðan lánini vóru 150 milliónir krónur. Øll fíggingin kom úr Norra, og vit minnast tíðindini um, at norski bankin setti sum krav, at Svend Thulesen skuldi vera stjóri. Var tað kanska ikki dømi um, at fíggingarstovnurin stýrir, spyr Hanus Hansen retoriskt.
Alivinnan er ofta tikin fram sum stóra sólskinssøgan í føroyskum vinnulívi síðstu árini. Størsti aktørurin, Bakkafrost, er skrásettur á keypsskálanum í Oslo, og stórur meiriluti av partabrøvunum eru á útlendskum hondum. Herfyri brúkti Bakkafrost møguleikan at tekna hálva milliard í nýggjum lánsbrøvum.
- Eg hevði ikki sæð nakran trupulleika í at eitt stórt, føroyskt reiðarí bleiv skrásett á keypsskálanum. Tað hevði givið øllum møguleika at seta pengar í, og hevði givið reiðarínum nýggjar møguleikar at útvega sær kapital, sigur Hanus Hansen, sum í sama viðfangi undirstrikar, at hann ongar slíkar ætlanir hevur við sínum virksemi.
Virðini
Á fiskivinnupolitiska kjakfundinum varð eisini ført fram, at mongu handlarnir í fiskivinnuni hava við sær ónormalar prísir, at fiskiloyvini pumpa prísirnar upp.
- Hví er tað ein trupulleiki, at virðini í fiskivinnuni økjast, spyr stóri vinnulívsmaðurin heldur provokerandi, fyri síðani at svara sjálvur:
- Tað burdi bara verið gott, tí tað førir pengar inn í vinnuna. Hetta er einki ónormalt. Eitt skip sum Gadus hevði óivað havt fleirfalt virði, um tað var selt í Norra, heldur enn í Føroyum. Karmarnir kring vinnuna avgera prísin, sigur Hanus Hansen.
Dømini um skipasølur síðstu árini, har reiðarar hava selt síni skip fyri stórar upphæddir, fyri síðani at gevast í vinnuni, eru fleiri.
Argumentið um, at ónormalu prísirnir drena pengar úr vinnuni, rína tó við vinnulívsmannin:
- Ja, eg havi ongan trupulleika við at brandskatta tey, sum selja seg burturúr vinnuni. Fyri tann skuld kann skatturin tá vera 80 prosent. Tað hevði so steðgað øvundini, sigur Hanus Hansen og heldur fram við einum spurningi:
- Men um virðini blíva stór, skipini verða handlað fyri risa upphæddir og pengarnir verða brúktir til at skapa nýtt virksemi, hvat er so trupulleikin? Tá merkir tað væl fleiri pengar samanlagt inni í vinnuni, sigur Hanus Hansen.
Argumentið um atkomuligheitina, manglandi møguleikarnar hjá nýggjum aktørum at koma inn í vinnuna, rínur tó ikki við vinnulívsmannin.
- Vit hava fýra línuskip. Eitt verður høgt upp, tvey vera rikin við undirskoti, meðan eitt tjenar pengar. Tað er ikki dýrt at koma inn í línuflotan í dag, tí hesin partur liggur tungt í sjónum júst nú. So atkomuligheitin er har.
Spurdur, hví hann so tímur at fáast við línuflotan, tá hann eftir øllum at døma ikki gevur pengar, er Hanus Hansen skjótur at svara:
- Annars blívur vinnan burtur. Eitt línuskip gevur umleið 40 ársverk, um vit rokna alt avleidda virksemi við. Tí mugu vit halda lív í hesum, hóast tað ikki gevur pengar júst nú.
Eygleiðarin
Hanus Hansen var millum teir umleið 150 áhoyrarnar til fiskivinnupolitiska kjakfundin í skúlanum við Ósánna mikukvøldið. Lokali vinnulívsmaðurin nýtti høvið at peila politikararnar av.
- Eg trúgvi ikki, at útlendski kapitalurin verður ein trupulleiki politiskt. Snøgt sagt tí at okkara fiskivinna hevur tørv á útlendskari fígging, um vit framhaldandi skulu gera íløgur í stór og framkomin skip. Og so mugu dyrnar standa á glopp fyri at útlendingar kunnu eiga í vinnuni. Sleppa teir ikki tað, so drepur tú íløguhugin. Hinvegin trúgvi eg, at áramálið á loyvunum verður harða nøtin at knekka politiskt, metir Hanus Hansen.