- Landsstýrið hevur ein gyltan møguleika at seta mannarættindi á breddan, nú umboð fyri russisku stjórnina vitja í Tinganesi.
Tað sigur virkandi aðalskrivarin í Amnesty International Føroya Deild, Katrin á Neystabø.
Russiski sendiharrin í Danmark, Mikhail Vanin, vitjar í hesum døgum Landsstýrið. Undir vitjanina skal sendiharrin hava fund við uttanríkistænastuna og løgmann. Á skránni fyri fundin er ynski hjá føroyingum um ein fríhandilssáttmála millum Føroyar og Russland. Á ferðini skal sendiharrin eisini hitta landsstýrismenninar í vinnumálum og fiskivinnumálum. Sendiharrin vitjar eisini føroyskt vinnulív.
- Slíkar vitjanir hava tað við bara at snúgva seg um vinnulív og vinnupolitikk. Men mannarættindi eru grundleggjandi rættindi, ið landsstýrið eigur at gera russisku stjórnina varuga við, sigur Katrin á Neystabø.
Sambært Amnesty International er tað ein vaksandi trupulleiki í Russlandi, at grundleggjandi mannarættindi ikki verða vird. Amnesty International hevur beinleiðis lagt stýrið hjá Vladimir Putin undir at fremja eina hekstra-jagstran eftir politiskum mótstøðufólki og atfinningarsomum røddum.
Støðan í Russlandi er eisini ovast á breddanum á strategifundi hjá Amnesty International í hesum døgum.
Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty International Føroya Deild, umboðar Føroyar á fundinum. Hoyr samrøðu við hana her: