Á fjórða sinni skipa Fróðskaparsetrið og Føroya Fróðskaparfelag fyri heiðursfyrilestri til áminnis um Chr. Matras professara, sum andaðist í 1988. Fyrsti fyrilesturin varð hildin í februar 1993 av navnframa orðabókamanninum Sture Allén, professara við universitetið í Göteborg. Næst varð hildin í sept. 1994 av Stefán Karlsson, fyristøðumanni Stofnum Árna Magnússonar á Íslandi og professari við Háskóla Íslands. Tann seinasti varð í desember 1995 hildin av Helgu Kress, professara í bókmentafrøði á Háskóla Íslands. Í sambandi við teir báðar fyrru heiðursfyrilestrarnar hevur verið handað sømdargáva úr Grunni Kristjans á Brekkumørk. Í ár verður henda sømdargáva handað fyri sjendu ferð.
Gestafyrilesari
Gestafyrilesarin hesa ferð er dr.phil. Jørgen Rischel til fyri stuttum professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Jørgen Rischel tók magistaraprógv í vesturnorðurlendskum máli 1960, og gjørdi doktararitgerð um grønlendska ljóðfrøði 1974. Hann hevur verið rannsóknarferðir í Føroyum 1954 og 1960, í Grønlandi 1972 og 1974-76 og í fjareystri (Laos, Pakistan og Thailandi) 1982-98. Í 11 ár var hann skrivari hjá Selskabet til udgivelse af færøske kildeskrifter og studier, og í trý ár var hann formaður í felagnum. Hann hevur skrivað málfrøðiritgerðir um føroyskt mál, danskt, norskt og grønlendskt og um ymiss eysturlandamál, helst tey fámentu fjallamálini í Thailandi og Laos. Jørgen Rischel heldur fyrilesturin á føroyskum.
Støðan hjá fámentum
móðurmáli
Í fyrilestrinum greiðir Jørgen Rischel frá málfrøðiligum rannsóknum í heimbygdunum hjá fjallbúgvum í Thailandi/Laos. Fyrilesarin vísir á tey serligu vandamál og tær forvitnisligu úrtøkur, sum slíkar rannsóknarferðir bjóða fram, eitt nú viðvíkjandi málnýtslu hjá fólkum, sum duga at tosa tvey ella fleiri mál og nýta tey dagliga, í ymsum størvum, men sum kanska ikki dug at skriva.
Nógv av hesum málum eru móðurmál hjá sera fámentum fólkum, og málfrøðingar óttast fyri, at summi mál ? serliga tey minstu ? fara at doyggja út longu í okkara tíð (endangered languages).
Fyrilesturin ber støðuna hjá teimum eysturlendsku fjallamálunum saman við støðuna hjá nøkrum vesturlendskum málum, sum eisini eru heldur fáment.
Um Chr. Matras
Chr. Matras var føddur á Viðareiði 7. desember 1900 og andaðist 16. oktober 1988, næstan 88 ára gamal. Hvørt mansbarn í Føroyum kennir Chr. Matras bæði sum vísindamann og sum skald.
Chr. Matras varð studentur á Sorø í 1920 og fór at lesa norðurlendska málfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Hann gjørdist magistari 1928 og doktari 1933. Doktararitgerð hansara var um staðanøvn í Norðuroyggjum. Chr. Matras kom størsta partin av ævi síni at virka uttan fyri føðilandið. Hann var lærari og vísindamaður, og frá 1952 var hann professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Men í stytri og longri tíðarskeiðum virkaði hann eisini í Føroyum.
Í 1965 varð hann kallaður til professara á Fróðskaparsetri Føroya. Har var hann til 1971, tá hann fór frá fyri aldur.
Chr. Matras var sera arbeiðssamur. Úr hondum hansara komu vísindaverk, orðabøkur, skaldaverk og frálíkar umsetingar, bæði skaldsligar og yrkisligar. Hann var høgt í metum millum vísindafólk í øðrum londum. Hann var heiðurslimur í fleiri vísindafeløgum og heiðursdoktari við Háskóla Íslands og Lunds universitet.
Grunnur Kristjans
á Brekkumørk
Í 1981 fingu Chr. Matras og Føroya Fróðskaparfelag Ossian-heiðurslønina. Tann pening, sum fylgdi, lótu hann og felagið seta sum stovnsfæ í Grunn Kristjans á Brekkumørk, sum nevnd Føroya Fróðskaparfelags stendur fyri. Grunnsins endamál er at styðja einstaklingavirki føroyskum máli at frama. Peningur kann ikki søkjast úr grunninum, men nevnd Føroya Fróðskaparfelags tekur avgerð um at lata sømdargávu.
Aftan á fyrilesturin hjá Jørgen Rischel sunnudagin verður sømdargáva handað.
Seks hava fingið
sømdargávu
Seks ferðir áður hevur sømdargáva verið latin úr Grunni Kristjans á Brekkumørk. Fyrstu ferð, var í 1982, tá Jóhannes av Skarði fyrrv. háskúlakennari, fekk hesa heiðursgávu. Í 1986 varð hon latin Hansi Thomsen, í 1982 Hanusi Debes Joensen, í 1990 Hanus Andreassen, í 1992 Jonhardi Mikkelsen og í 1994 Axeli Tórgarð.