ÍF miðverji er skaddur

ÍF hevur ikki vunnið stig á heimavølli ímóti KÍ í fimm ár

Klokkan 16 verður fyrsta bríksl í Fløtugerði í Fuglafirði, har ÍF hevur vitjan av føroyameistarunum í KÍ.

Síðstu árini hava klaksvíkingar staðið seg væl í Fuglafirði. Í 2015 vann ÍF fyrra dystin 3-1, og so endaði tað 1-1.

Síðani hevur KÍ vunnið allar fimm dystirnar í Fuglafirði.

Í tveimum teimum fyrstu dystunum í ár hevur ÍF miðverjan verið sannførandi. Tí kemur tað illa við, at annar av miðverjunum, Jens Joensen, sum í fjør spældi við næstbesta liðnum hjá KÍ, er so mikið skaðadarvaður, at hann ikki er á listnum ídag.

Pól Jákup Lundbjerg hjá ÍF er skaddur, og hjá KÍ eru Óli Eyðsteinsson Poulsen og Jesper Brinck skaddir.

Borid Dosljak, sum í tveimum teimum fyrstu umførunum er skiftur inn á liðið hjá KÍ, er í dag millum teir fyrstu ellivu.

ÍF – KÍ: Petur Reinert kl. 16.00.