Fípan aftur fremst

Genturnar úr Klaksvík vunnu í dag barnaróðurin fyri triðju ferð í ár

Fyri einari viku síðani eydnaðist tað ikki gentunum umborð á Fípuni Føgru at vinna barnaróðurin. Tær høvdu annars vunnið bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum, men í Vági var tað Pílur hjá Knørrafelagnum, sum vann, meðan Fípan Fagra var næstfremst.

 

Í dag varð kappast á vestanstevnu í Sørvági, og nú eydnaðist tað Fípuni Føgru aftur at vinna. Aftur í dag stóð kappingin um fremsta plássið millum Fípuna og Píl, og Fípan var ein skut undan bláa bátinum úr høvuðsstaðnum. Tað var hálvonnur bátslongd aftur til Sílið, Frúnna, Strípuna og longri afturi vóru hinir bátarnir.

 

1 Fípan Fagra 02.54.22

2 Pílur 02.55.02

3 Sílið 03.00.07

4 Frúgvin 03.01.01

5 Strípan 03.01.06

6 Falkur 03.04.05

7 Royndin Fríða 03.07.07

8 Erla Kongsdóttir 03.08.08

9 Havfrúgvin 03.08.10

10 Reyðkollur 03.09.01

11 Spógvin 03.11.06

12 Ørnin 03.18.00

13 Kollur 03.40.16