Tað var endurtøka av kappingina á norðoyastevnu, tá ið 5-mannaførini við dreingjum kappaðust á jóansøku á Tvøroyri.
Fípan Fagra fekk besta startin, og Fípan Fagra úr Klaksvík vann aftur í dag.
Sílið hjá Havnar Róðrarfelag hevði aftur í dag hug at bjóða av í kappingini um fremsta plássið.
Eftir startspurtin legði Sílið drekastevnið framum hvíta bátin við reyða stokkinum og bláu rimini. Talan var tó um leiðslu, sum ongantíð var størri enn ein hálvur skutur.
So svaraðu Fípu dreingirnir aftur, og tað var ikki við mýkindum. Tøkini vóru trivalig og dygg, Fípan Fagra legði Sílið aftur um seg, og í endaspurtinum var Fípan eina bátslongd undan Sílinum.
Tað var meiri enn ein bátslongd aftur til vágsdreingir umborð á Royndini Fríðu, sum vunnu bronsuplássið.
1 Fípan Fagra 05.06.21
2 Sílið 05.08.30
3 Roydin Fríða 05.11.14
4 Pílur
5 Jallurin
6 Teistin
7 Títtlingur
8 Drekin
9 Frúgvin
10 Ingibjørg
11 Firildur
FM
1 Fípan Fagra 14
2 Sílið 12