Í løtuni eru bara fýra partrolarapør til fiskiskap, men væntandi fara onkrir út í næstum. Eitt par fiskar tosk á Rygginum, og hini trý pørini fiska upsa. Væntandi koma partrolararnir inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bara tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap í løtuni, men skipini eru júst byrjaði túr. Tey koma tí neyvan inn aftur at landa í næstu viku. Restin av partrolarunum liggja við bryggju, men helst fer onkur út aftur í næstum.
- Í dag eru fýra trolbátar til fiskiskap, tríggir á landleiðini og ein vestanfyri. Teir á landleiðini koma inn at landa mánadagin og tann, sum fiskar vestan fyri, kemur helst miðskeiðis í næstu viku. Fiskiskapurin hjá trolbátunum er heldur slakari nú, tó at hann framvegis er brúkiligur, verður lagt aftrat.