Fípan Fagra og Sílið stungu seg beinanvegin eina hálva bátslongd framum hinar, og síðani vóru tað bara hesir báðir, sum vóru við í kappingini um sigurin.
Eftir startspurtin hevði Sílið hug til at leggja drekastavnið framum, og Sílið fekk hálvan skutin og reiðiliga tað framum. Tá ið teinurin var hálvrógvin svaraði Fípan Fagra aftur, men tað var meiri striltið í dag at vinna, enn tað hevur verið undanfarnu ferðirnar.
Tá ið tvey hundrað metrar vóru á mál, fingu teir úr Klaksvík loksins bilbukt við hanardreingir. Fípan Fagra vann seg eina hálva bátlongd framum, og á síðstu tredivu metrunum longdist munurin til tað mesta av einari bátslongd.
5-mannafør dreingir
1 Fípan Fagra 05.10.16
2 Sílið 05.12.21
3 Teistin 05.16.16
4 Royndin Fríða 05.17.20
5 Jallurin 05.19.31
6 Pílur 05.20.49
7 Havfrúgvin 05.23.42
8 Drekin 05.25.11
9 Ingibjørg 05.28.12
10 Títtlingur 05.29.45
11 Frúgvin 05.31.47
11 Firildur 05.32.48
FM støðan
1 Fípan Fagra 28
2 Sílið 24
3 Royndin Fríða 17
4 Teistin 15
5 Jallurin 11