Fær 2,6 milliónir í endurgjaldi fyri Smyril

Skipasmiðjan, sum bygdi Smyril, hevur nú goldið Strandferðsluni endurgjald fyri tey arbeiði, sum ikki eru nóg væl úr hondum greidd

Skipasmiðjan, sum bygdi Smyril, hevur nú viðurkent, at ymsir partar av arbeiðnum eru ikki nóg væl úr hondum greiddur.

Núr Smyril skal í dokk um mánaðarskiftið septembur-oktobur var ætlanin, at øll tey brekini skuldu umvælast, sum koma undir garantiskylduna hjá skipasmiðjuni og sum Skipasmiðjan sostatt skuldi gjalda fyri.

Regin Vágadal sigur, at Strandferðslan hevur ein langan lista yvir ymisk viðurskifti umborð á Smyrli, sum Skipasmiðjan, ið bygdi skipið, ikki hevur greitt nóg væl úr hondum og sum hon sostatt skuldi hefta fyri, tí skipið er so nýtt.

Men Strandferðslan og skipasmiðjan í Spania eru komin á samt um, at ístðain fyri at Skipasmiðjan skal gjalda fyri ábøturnar, skal Strandferðslan heldur fáa eitt endurgjald fyri tey brek, sum eru.

Afturfyri sleppur skipasmiðjan so undan garantiskylduni og sostatt er hon nú leys av Smyrli.

Regin Vágadal sigur, at endurgjaldið er 350.000 evrur ella tilsamans 2,6 milliónir krónur, sum Strandferðslan fær í endurgjaldið frá Skipasmiðjuni fyri tey viðurskifti á Smyrli, sum ikki eru nóg væl úr hondum greidd.

Afturfyri er skipasmiðjan nú leys av sínum garantiskyldum og afturfyri skal Strandferðslan átaka sær at gjalda fyri tær neyðugu umvælingarnar.

Hann sigur, at talan er um eini 100 punkt, sum Strandferðslan hevði kravt, skuldi koma undir garantiskylduna hjá Skipasmiðjuni, men sum hon nú hevur fingið endurgjald ístaðin fyri.

Men hann sigur, at talan er ikki um álvarslig brek. Eitt brek, sum er sjónligt, er, at tað lekur um onkrar rútar og at onkrir rútar eru brotnaðir.

Men so eru eisini onnur brek, sum eru minni sjónlig og hurðar skulu skiftast og annað.

Les eisini greinina: Suðuroyingar missa Smyril í fleiri vikur.