Fær 85 milliónir fyri at døma í X-Factor

Røddir eru frammi um, at ein nýggj poppstjørna skuldi verið á veg til ein av teimum trimum dómarastólunum í amerikanska X-Factor. Serliga milliónaupphæddin, sum viðkomandi popstjørna fær í løn, hevur fingið fólk at gita, hvør poppstjørna skal døma í X-Factor.

 

Seinastu tíðina hava fólk dúgliga gitt, hvør skal sita í teimum báðum stólunum við síðuna av Simon Cowell.

 

Sambært amerikansku sjónvarpssendingini E!News hevur poppdaman Britney Spears játtað at vera dómari í stóra talentshowinum. Tó hevur hon sagt, at hon vil hava 15 milliónir dollarar í løn. Hetta svarar til 85 milliónir krónur. Harvið verður hon ein av best betaltu dómarunum í sjónvarpi og fær enntá meir enn Jennifer Lopez, ið fekk 68 milliónir fyri at vera dómari í American Idol.