Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi Norðoyggjum, á vegnum til Árnafjarðartunnilin. Tað var ein bilførari, sum kom fram á ein bil, sum var rættiliga illa farin, men har var ikki eitt menniskja at síggja.
Men eina løtu seinni varð ringt av Klaksvíkar Sjúkrahúsi til løgregluna at boða frá, at har var ein maður komin til kanningar, tí hann hevði verið í einum ferðsluóhappi.
Løgreglan fór á Sjúkrahúsið at tosa við mannin, sum vísti seg at vera bilførarin, og hann hevði verið einsamallur í bilinum. Hann hevði ikki fingið nevnivert at skaða, men løgreglan syrgdi fyri, at blóðroynd varð tikin av bilføraranum, tí tey fingu illgruna um, at hann var ikki heilt edrúur. Men enn veit løgreglan ikki, hvussu óhappið hendi, og tey vita heldur einki um umstøðurnar annars.