Fær virðisløn í kvøld

Á tiltakinum hjá Kvinnufelagnum í Havn í Norðurlandahúsinum í kvøld í sambandi við altjóða kvinnudagin, fer Demokratia at avdúka, hvør hevur vunnið eina filmskapping. Hetta er ein kapping sum Demokratia og Klippfisk hava skipað fyri undir heitinum. Javnstøða í politikki.

 

Talan var um eina innbodna kapping og tey, sum hava gjørt hava filmarnar, hava fingið samsýning fyri arbeiði.

Fýra filmar komu inn og teir verða vístir soleiðis, at fyrst verður filmurin hjá Bjarka Thomsen vístur, síðani tann hjá Andrias Høgenni, so tann hjá Eir í Olavstovu og at enda filmurin, sum John Ivar Venned og Franklin Henriksen, hava gjørt.

 

Á fundinum í kvøld fer Oluffa Joensen frá Demokratia at handa vinnaranum 15.000 krónur og at siga nøkur orð um vinnandi filmin.