Fýra dystir í fjórða umfari

Hesum seinasta dystinum, sum er millum AB og B36, sendir Rás2 beinleiðis frá.

 

Fimti dysturin í fjórða umfari varð spældur fríggjakvøldið, tá Víkingur og EB/Streymur býttu stigini í Sarpugerði.

 

Eingin ivi er um, at í dag eru nógv eygu vend móti dystinum í Gundadali, har NSÍ vitjar hjá HB. Eftir tríggjar dystir hava runavíkingar bara eitt stig. Tískil fara Pauli Poulsen og hansara menn at gera alt fyri at fáa trý stig í dag.

Bæði AB, B71 og FC Suðuroy hava eisini fyrsta sigurin til góðar, men móti ávíkavist B36, ÍF og B68 verður tað trupult.

 

Dystirnir í dag.

 

HB - NSÍ

Dómari: Lars Müller

 

ÍF - B71

Dómari: Páll Augustinisen

 

FC Suðuroy - B68

Dómari: Petur Reinert

 

Dysturin á Argjum byrjar klokkan 17.00. Rás2 sendir beinleiðis

AB - B36

Dómari: Eiler Rasmusen

 

Støðan í Vodafonedeildini:

B36 9

Víkingur 8

B68 6

HB 5

EB/Streymur 5

ÍF 4

FC Suðuroy 2

AB 1

NSÍ 1

B71 1