Á Ferðavinnustevnuni á Hotel Føroyum vórðu heiðursbrøv í ferðavinnuni handað í kvøld.
Ársins ferðavinnufólk er eitt fólk ið ger eitt stórt og týdningarmikið arbeiði, og sum dagliga er í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Tað er eitt fólk, eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan. Og tann heiðurin fekk Pól Sundskarð, sum stendur yfri heimasíðunu hiking.fo
Dómsnevndin sigur, at hann stílar høgt, hann er virkin sum fáur og fer óttaleysur nýggjar leiðir. Við nærlagni og kærleika vísir hann stoltur fram Føroya land. Leingi hevur tørvur verið á einum sum honum. Einum sum tekur á seg at samskipa gongutúrar, og sum harvið er við til at hækka yrkisdugnaskapin á økinum.
Annars vóru eisini Tórstein Christiansen frá GreenGate Incoming og Noomi K. Rasmussen, ferðavinnusamskipari í Sunda Kommunu, eisini í uppskoti at fáa hetta heiðursbræv.
Heiðurslønina fyri ársins nýbrot fekk Óli Kristian á Torkilsheyggi og Navia. Dómnevndin sigur, at við jaligum og nýhugsandi hugburði hava tey stillisliga, og á búskaparliga burðardyggan hátt, megnað at ment eitt tilboð, sum veitir eitt sansaligt og nýhugsandi heildarupplivilsi fyri ferðafólk.
HK Bussar og Gásadalsgarðurin vóru eisini í uppskoti til hetta heiðursbræv.
Ársins eldsál er John Mikkelsen, matstovuleiðari Heima í Havn. Hesa virðislønina fær eitt fólk, ið hevur gjørt serliga vart við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.
Um hann sigur dómsnevndin, at hann er tænastusinnaður fram um alt. Hann er ein úrmælingur í sínum yrki og hann borgar fyri góðsku. Hann er ein fongur fyri yrkisgreinina, og hevur verið við til at lyft matstovuvinnuna á tað stigið, hon er á í dag.
Harafturat fekk Ingigerð á Trøðni eitt serligt heiðursbræv. Dómsnevndin sigur, at hon er ein av teimum, ið sá ferðavinnuna, tá ið hon næstan ikki var har. Hon sáddi, nørdi, fjálgaði og gjørdi sítt til, at ferðavinnan fór at spíra. Sum undangongufólk var hon við til at stovna Kunningarstovuna í Havn, har hon var leiðari í 25 ár.
Í dómsnevndini sótu Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Simonsen fyri Kunningarstovurnar.