Renning
Seinasta sunnumorgun fór startskotið til árligu Copenhagen Marathon kappingina. Ein kapping, sum seinnu árini hevur ment seg alt meira, og sum hesaferð taldi yvir 6.000 luttakarar.
Millum allar hesar vóru eisini fýra røroyskir rennarar. Cecil Weihe, Súni Jacobsen, Ólavur Herup Olsen og Jákup-Alberg Berg.
Sagt verður, at umstøðurnar at renna vóru stak góðar. Eini 15 hitastig og eitt lítið lot, soleiðis at sólin ikki darvaði alt ov nógv.
Ikki minst fyri føroysku rennararnar mundi hetta kennast gott, og tað var eisini sjónligt á úrslitunum, at teir høvdu ein góðan dag.
Fyrstur á mál var Cecil Weihe við tíðini 2.49,08. Hetta var nóg mikið at tryggja honum eitt sætta pláss í sínum bólki, og tað má metast sum framúr gott úrslit.
Súni Jacobsen tók lut í sama bólki sum Cecil. Hetta var fyrsta marathon-renningin yvirhøvur fyri hansara viðkomandi, so í sjálvum sær mundi tíðin, 3.29,47, ikki hava sama týdning, sum tað hevði at gjøgnumføra kappingina.
Í aldursbólkinum 40-44 ár tók Jákup-Alberg Berg lut. Hann hevði tíðina 3.55,12, og gav heta honum eitt pláss sum 240 í sínum bólki og 1.896 samanlagt.
Veteranurin á føroyska liðnum var Ólavur Herup Olsen, og hann prógvaði enn einaferð, at hann dugir at renna langar teinar. Tíðín hjá honum var 3.42,57, og í aldursbólkinum 60-64 var hetta nóg mikið til eitt 10. pláss.
Nærkast egnari kapping
Annars er tíðin av álvara farin at styttast, til fyrsta føroyska marathon-kappingin verður veruleiki.
Hetta verður tann 19. juli í Havn, og úr Bragdinum verður sagt, at tey nú eru komin væl áleiðis í fyrireikingunum til hetta. Krvøini til slíka kapping eru stór, hóast rennararnir kanska ikki eru so nógvir, og í fyrsta umfari er hetta tí eitt slag av próvtøku hjá Bragdinum. Spælir alt væl av, eru vónirnar í øllum førum, at talan næstu árini kann vera um eina veruliga stóra kapping, har tað eisini kann eydnast at fáa útlendskar rennarar við.