Tað gongur væl tá fleiri av føroysku útisetunum í norskum fótbólti. Um vikuskiftið vunnu Gilli Rólantsson, Sonni Ragnar Nattestad, Ári M. Jónsson og Patrik Johannesen allir sínar dystir.
Gilli Rólantsson, sum hevur gjørt nýggjan sáttmála, var við frá byrjan, tá Brann Bergen vann 1-0 í evstu løtu á Kristiansund. Tvøramaðurin spældir fyrstu 77. minuttirnar. Avgerandi málið kom langt inni í yvirtíðini og ger, at Brann Bergen nú er nummar fýra eftir fýra umfør, men kann við sigri í útsettum dysti leggja seg á odda í deildini.
Í næstbestu deildini vunnu allir føroyingarnir eisini. Ári Mohr Jónsson og Sandnes eru odda lið við fullum stigatali eftir tvey umfør. Landsliðsbakkurin spældi allan dystin, tá Sandnes vann 3-2 á Nest Sotra.
Sonni Ragnar Nattestad, sum er útleigaður til Aalesund, spældi allan dystin í 2-1 útisigri á fyrrverandi felagnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger. Patrik Johannesen bleiv skiftur inn, tá Florø vann 1-0 á Kongsvinger, sum eina ferð hevði Julian Johnson á liðnum. Við tvøramanninum á vøllinum vann Florø 1-0. Aalesund og Florø hava júst saman stigatal og málúrtøku á einum deildum triðja plássi í næstbestu deildini í Noreg.