Tvær kvinnur hava tikið við sum forkvinnur í býráðsnevndum í Havn, og tvær aftrat taka við komandi dagarnar.
Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum varð týsdagin vald til formann í sosialu nevnd. Næstformaður varð valdur Jógvan Arge úr Tjóðveldisflokkinum.
Hinir limirnir í sosialu nevnd eru Elin Lindenskov úr Javnaðarflokkinum. Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum og Beate L. Samuelsen úr Sambandsflokkinum.
Løtu seinni varð fundur settur í teknisku nevnd. Hon skipaði seg við Marini Katrinu Frýdal úr Tjóðveldisflokkinum sum formanni og Katrini Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum sum næstformanni.
Hinir limirnir í teknisku nevnd eru Leivur Hansen úr Tjóðveldis-flokkinum, Sjúrður Olsen úr fólkaflokkinum og Høgni Mikkelsen úr Sambandsflokkinum.
Mikudagin verður Hildur Eyðunsdóttir úr Tjóðveldisflokkinum vald til forkvinnu í mentamálanevndini, og hósdagin skipar heilsu- og umhvørvisnevndin seg við Elini Lindenskov úr Javnaðarflokkinum sum forkvinnu.