Fýra nýggir leikarar í danska hópinum

 

Í gjár tók danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen avgerð um at víðka um hópin, undan avgerandi EM-landsdystinum ímóti Noregi í næstu viku.

Hesir fýra leikararnir eru: Simon Busk Poulsen (Alkmaar), Nicolai Jørgensen (Leverkusen), Mads Junker (Roda) og Morten Nordstrand (FC København).

 

Við hesi avgerðini hevur hópurin nú 22 leikarar, tá teir møtast aftur til venjingar í morgin, týsdagin, sum er eina viku undan dystinum.

Mads Junker var við í hópinum ímóti Skotlandi fyrr í hesum mánaðinum, men var kortini ikki á vølli.

Christian Poulsen var við ímóti Íslandi í juni mánaði, meðan Nicolai Jørgensen hevur verið í landsliðshópinum, men hevur enn ongan dyst spælt.

Tá talan er um Morten Nordstrand so hevur hann áður verið knýttur at landsliðnum, men hevur ongan dyst spælt seinastu tvey árini.

- Tað er samansetingin av øllum hópinum, sum ger av, hvussu sterkir vit verða til dystin. Tað er býtið av leiklutum undir einum dysti sum hevur týdning, og tað er ofta dygdin hjá spælarunum á beinkinum sum avger um ein vinnur ein dyst, segði Morten Olsen, tá hann kunngjørdi valið.

 

Og sum skilst er als ikki óhugsandi, at hópurin verður víðkaður uppaftur meiri.

 

 

(Mynd: Morten Olsen hevur nógv at hugsa um í hesum døgum. Í næstu viku spælir Danmark avgerandi dyst um EM-luttøkuna ímóti grannunum úr Noregi)